Frelst av Náᵭi!

Øll menniskjur uttan undantak hava brúk fyri frelsu Guᵭs. Hesin heimur vit liva í, er óhugnaliga óndur og fullur av synd og harviᵭ órættvísi.

Hetta er nú ikki nakaᵭ nýtt, og kunnu vit tíverri uppliva hetta hvønn dag. Men hetta hevur Guᵭ jú longu opinberaᵭ fyri okkum menniskjum fyri langari tíᵭ síᵭani gjøgnum sínar heiløgu skriftir tvs. bíbliuni!

Men ikki nokk viᵭ taᵭ. Guᵭ hevur eisini fyri langari tíᵭ síᵭani gjørt nakaᵭ heilt ótrúligt, men satt og ómetaliga gleᵭiligt viᵭ áᵭurnevndu trupulleikar.

Bíblian, sum er Orᵭ Guᵭs, boᵭar okkum frá, ”at eingin munur er. Øll menniskjur hava syndaᵭ, og teimum fattast (mangla) dýrd Guᵭs, og tey (menniskjuni) verᵭa rættvístgjørd fyri einki av náᵭi Hansara (Guᵭs), viᵭ endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi - viᵭ trúgv á Jesus!" (Vinarliga lesiᵭ Róm.: 3 : 21 - 26).

Hvat vil taᵭ so siga, at eitt menniskjaᵭ er rættvísgjørt viᵭ trúgv á Jesus? Jú, at í grundini eru vit øll menniskjur dømd sek av Guᵭi vegna syndir og misbrot okkara og hava uppiboriᵭ dóm og straff fyri okkara syndigu lívsførslu, men Jesus stillaᵭi seg ímillum Guᵭs dóm og okkum menniskur og tók alt á seg viᵭ at doyggja har á Golgata krossins træi á.

Tann dómur, sum annars lá á okkum menniskjum, tann dómin tók Jesus á seg soleiᵭis, at øll, sum trúgva á Jesus, verᵭa fríkend í sakini, - prís og takk til Jesus fyri sín kærleika til okkum. So, rættvísgjørd merkir, at vit vera fríkend hóast dyggiliga sek í málinum. Tí er taᵭ, at sangurin sigur: ”Taᵭ er náᵭi so undurfull stór!”

Ì vælkenda (Jóh. Ev.: 3 : 16 - 18) stendur skrivaᵭ: ”Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann (Jesus), skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann (Gu) skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum (Jesusi).

Tann, ið trýr á Hann (Jesus), verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á Navn einborna Sonar Guds.”

Og í (Esaias: 53 : 5) stendur skrivaᵭ: "Men Hann (Jesus) varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann (Jesus), so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara (Jesusar) eru vit grødd.   -  Ja, vit hava nógv at takka Guᵭi fyri.

Og í (vers 6) stendur skrivaᵭ: ”Vit viltust øll av leið sum seyður, vit vendu okkum hvør sín veg; men HARRIN læt falla á Hann (Jesus) skyldina, ið lá á okkum øllum.”

Vit skulu líka minnast hetta, at hendan Jesus reisti Guᵭ upp frá hinum deyᵭu og harviᵭ, so livir Jesus í dag og kann ongantíᵭ doyggja meir. Tí kunnu øll blíva frelst, sum velja at trúgva á Jesus. Hartil stendur skrivaᵭ í (Róm: 10 : 13), at:  "hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur."

Vit skulu her síggja nøkur skriftstøᵭ sum vísa, hvussu inniliga Guᵭ ynskir og vil, at øll menniskjur skulu blíva frelst.

(1.Tim.: 2 : 3 - 4) sigur:  "… Guᵭ og Frelsari okkara … , sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan."

(Titus: 2 : 11) sigur: ”Tí náði Guds er opinberað, øllum menniskjum til frelsu.”

(Efesus: 2 : 4 - 9) sigur:  ”Men Gud, sum ríkur er í miskunn, hevur, fyri mikla kærleika Síns skuld, sum Hann elskaði okkum við, eisini táið vit vóru deyð í misbrotum okkara, gjørt okkum livandi við Kristusi - av náði eru tit frelst!

Og reist okkum upp við Honum og sett okkum við Honum í hin himmalska heimin, í Kristi Jesusi, fyri at Hann í hinum komandi tíðum kundi vísa, hvussu ómetaliga rík náði Hansara er, við góðsku móti okkum í Kristi Jesusi.

Tí av náði eru tit frelst, við trúgv - og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum - fyri at eingin skal rósa sær.”

Og í (Róm.: 1 : 16) stendur skrivaᵭ: ”Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr. … .”

Guᵭ vil bara so inniliga taᵭ, at øll menniskju skulu blíva frelst. Hann brennur sterkt fyri tí av sonnum.

Hyggi bert á Golgata, krossins træi á, hvussu sterkt taᵭ liggur Guᵭi á hjarta at frelsa øll menniskju á foldini!

Tú spyr kanska, hvat taᵭ er vit menniskju skulu frelsast frá? Jú, bíblian gevur okkum svar uppá tann spurningin í (Matt.: 1 : 21): ”Hon (Maria) skal eiga son, og tú skalt kalla navn Hansara Jesus; tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra."

Og í (Gal.: 1 : 4) stendur skrivaᵭ: ”Jesus Kristus, sum gav Seg sjálvan fyri syndir okkara, fyri at bjarga okkum út úr hesum núverandi/nærverandi ónda heimi, eftir vilja Guds og Faðirs okkara!”

Av tí at hesin heimur er so fullur av óndskapi og harviᵭ føᵭir eina rúgvu av syndum (Øll órættvísi er synd. - 1. Jóh.: 5 : 17), so er Guᵭ sera upptikin av at frelsa menniskjuni frá syndum teirra og hevur ætlanir um at skapa ein nýggjan himmal og eina nýggja jørᵭ har rættvísi býr.

Vit kunnu lesa um hetta í (2. Pæt.: 3 : 13) sum sigur: ”Men vit vænta eftir lyfti Hansara nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr.”

Jesus elskar eitt hvørt menniskjaᵭ, men hatar syndir menniskjans. Men hettar hevur Guᵭ fyri langari tíᵭ tikiᵭ sær av, tí, sum skriva stendur í (Ap.G.: 10 : 43): ”Honum (Jesusi) geva allir profetarnir tann vitnisburð, at hvør tann, ið trýr á Hann (Jesus), fær fyrigeving syndanna við Navni Hansara."

Lat okkum líka taka tvey dømir fram úr bíbliuni, um hvussu Jesus bjóᵭar hesa undurfullu náᵭinnar frelsu til okkum menniskjur. Men fyrst skulu vit lesa, hvat stendur skrivaᵭ í (Róm: 10 : 13):

 "Hvør tann, ið kallar á navn Harrans (Jesus), skal verða frelstur."

 Grøᵭingin av tí blinda í Jeriko!

”Teir komu nú til Jeriko. Og táið Hann fór út úr Jeriko saman við lærisveinum Sínum og nógvum fólki, sat sonur Timeus, Bartimeus, blindur biddari, við vegin.

Táið hann hoyrdi, at tað var Jesus úr Nazaret, fór hann at rópa: "Sonur Dávids, Jesus, miskunna mær!" Mong høvdu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópti nógv harðari enn: "Sonur Dávids, miskunna mær!"

Tá steðgaði Jesus og segði: "Rópið hann higar!" Tey róptu so hin blinda og søgdu við hann: "Ver hugreystur, reis teg upp, Hann rópar teg!" Tá kastaði hann kappan av sær, leyp á føtur og kom til Jesus.

Jesus tók til orða og segði við hann: "Hvat vilt tú, at Eg skal gera fyri teg?" Hin blindi svaraði Honum: "Rabbuni, at eg kann fáa sjón mína!" Jesus segði við hann: "Far avstað - trúgv tín hevur frelst teg!"

Við tað sama fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi Honum á leið.” (Markus: 10 : 46 - 52).

Latiᵭ okkum nú hyggja eftir eini aᵭrari hending í Markus evangelium!

” Teir komu tá til Hansara við lamnum manni, sum varð borin av fýra; og við tað at teir sluppu ikki fram til Hansara fyri mannfjøldini, tóku teir takið av, har sum Hann var, brutu hol á og sígdu niður songina, sum hin lamni lá í.

Táið Jesus sá trúgv teirra, segði Hann við hin lamna: "Sonurin, syndir tínar eru fyrigivnar!" (Markus: 2 : 3 - 5). - (Øll hendingin kann lesast frá vers 3 - 12).

Viᵭ hesum báᵭum áᵭurnevndu dømum síggja vit, at viᵭ at venda sær til Jesus í bøn og ákalla Navn Jesusar, so fær ein bæᵭi syndanna fyrigeving og grøᵭing fyri likamiᵭ.

Her móti endanum skal gerast vart viᵭ nakaᵭ gott og undurfult, sum skrivaᵭ stendur í (Markus : 2 : 10 - 12): ”Men fyri at tit skulu vita, at Menniskjasonurin hevur vald á jørðini at fyrigeva syndir" - segði Hann við hin lamna: "Eg sigi tær: Reis teg, tak song tína og far heim til tín sjálvs!"

Tá reistist hann, tók við tað sama songina og fór út fyri eygum alra, so tey vóru øll ovfarin og prísaðu Gudi og søgdu: "Aldri hava vit sæð slíkt!"

Síggja tit, taᵭ, at blíva frelstur, er lættasta sak í verᵭini, men fyri ein ordans skyld skal nevnast, at taᵭ var alt annaᵭ enn lætt fyri Jesus at hála frelsuna í land fyri og til okkum menniskjur!

Fyri okkum er taᵭ lætt. Okkara partur er at taka ímóti frelsuni frá Guᵭi viᵭ tøkk í hjarta og sinni, hesi frelsu, sum er ein gáva, ein náᵭigáva frá Guᵭi til okkum menniskjur, send frá Himli av!

Frelsan frá Guᵭi er sett so snilt og einfalt saman, at sjálvt eitt barn kann skilja og fata taᵭ!

Taᵭ er nemliga so lætt og einfalt at blíva frelstur sum hetta: "Hvør tann, ið kallar á navn Harrans (Jesus), skal verða frelstur." (Róm: 10 : 13).

Av egnum royndum tori eg at siga, at tyngsti parturin er at taka seg saman og fáa taᵭ gjørt!

Skiljiᵭ hetta eina, at tá iᵭ eitt menniskjaᵭ kemur til Jesus, so verᵭur taᵭ ikki dømt, men frelst, fyrigiviᵭ, - tíat Jesus tók dómin og straffina á seg soleiᵭis, at tú og eg afturfyri vera fríkend - rættvísgjørd - alt viᵭ trúgv á Jesus!

Men bert tey vera fríkend - rættvísgjørd - sum í trúgv koma til Jesus!

Jesus sjálvur gleᵭir seg til at fáa loyvi til at: ”Frelsa tína sál frá at ganga til grundar og grøᵭa títt likam!”

Ì (Lukas: 6 : 19) stendur skrivaᵭ: ”og alt fólkið royndi at fáa nomið við Hann; tí kraft gekk út frá Honum og grøddi øll.”

Taᵭ er neyᵭugt at skilja her, at skriva stendur IKKI, at Jesus grøddi eina rúgvu av fólki, NEI, skriva stendur, at ”HANN GRØDDI ØLL,” sum komu til Hansara, okey!?

So, tá iᵭ nú øll hendan rúgvan er skrivaᵭ niᵭur, so nýttist mær bert at sagt alt hetta sama - heilt stutt - soleiᵭis: ”Viᵭ at venda sær til Jesus í bøn og ákalla Navn Hansara, so skal tú verᵭa frelst/ur - sigur skriftin, - sigur Jesus, - Sigur Guᵭ!

Frá einum øᵭrum vinkli av, lýsir skriftin frelsuháttin soleiᵭis:

Skriftin sigur jú: " … Orðið er tær nær, í munni tínum og hjarta tínum" - tað er orðið um trúnna, tað, sum vit prædika.

Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.

Tí við hjartanum trýr ein - til rættvísi; og við munninum játtar ein - til frelsu.

Skriftin sigur jú: "Eingin, ið trýr á Hann, skal verða til skammar." (Róm: 10 : 8 - 11).

Les bíbliuna - taᵭ loysir seg - altíᵭ!

¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤

Frágreiᵭing viᵭv. týdninginum av orᵭinum: “Frelsa!”

Orᵭiᵭ Frelsa, stavar frá grikska orᵭinum: Soteria. Frelsa, endurloysing ella forloysing! - Kemur av orᵭinum: SOZO.” og sum merkir frelsa, bjarga frá vanda, fría út. Sozo er taᵭ vanliga orᵭiᵭ fyri frelsa og sum nýtt verᵭur í bíbliuni.

Orᵭiᵭ hevur ein sera víttfevnandi týdning so sum, at varᵭveita heilt og í sama standi, óskala, frískt og uttan skaᵭa.

At bjarga frá vanda, sjúku, deyᵭa og fortapilsi. Sozo merkir eisini at gera ting og sakir góᵭ ella gott aftur, gera fólk frísk, grøᵭa skaᵭar, lívgeva og bjarga frá vanda og úr neyᵭ v.m..

Orᵭiᵭ Sozo verᵭur brúkt sum týᵭing av ikki minni enn 15 ymiskum orᵭum á hebraiskum máli. (Jesus tosaᵭi arameisk, eitt hebraisk mál). Eitt av hesum orᵭum á hebraiskum er:Sjalom,” sum merkir uttari og innari friᵭur, bati, frælsi, ró, hvíla, trygd og tryggleiki og vælstandur.

Av tí sama vísir hetta klárt og týᵭuliga, hvussu neyvt frelsa og grøᵭing hongur saman.

¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤

”Sonur mín! Gev orðum mínum gætur, legg oyrað til tað, ið eg sigi! Lat tað ikki fara tær úr eygsjón, varða tað djúpt í hjarta tínum!

Tí tað er øllum teimum lív, sum finna tað, og øllum likami teirra grøðing.” (Orᵭt.: 4 : 20 - 22).

Her til allar seinast vil eg upplýsa teg um nakaᵭ sera týdningarmikiᵭ viᵭv. ”Navninum Jesus,” at bíblian lærir hetta:

” Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við." (Ap.G.: 4 : 12).

 

I Then Shall Live!