Hitt sanna ljósiᵭ, sum skínur í myrkrinum!

Bíblian er Orᵭ Guᵭs  -  Hinar heiløgu skriftir Guᵭs  - ella eisini kallaᵭ fyri: ” sannleiksorðið, Evangelii!” Og sum er niᵭurskrivaᵭ og tilætlaᵭ okkum menniskjum m.a.:

” at gera okkum vís og geva okkum vísdóm til frelsu við trúnni á Kristus Jesus, Son Guᵭs!” (2. Tim.: 3 : 15).(Kolossebr.: 1 : 5).

Tær heiløgu skriftir vitna soleiᵭis um seg sjálvar:

”Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til undirvísing/lærdóm til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk!” (2. Tim.: 3 : 16 - 17).

“Hartil er Bíblian niᵭurskrivaᵭ okkum til fyridømir og ávaringar, sum hinar síðstu tíðir eru komnar til!” (1. Kor.: 10 : 11).

”Tær heiløgu skriftir geva okkum lærdóm, tol, troyst og vón!” (Róm.: 15 : 4).

Bíblian sigur: ” Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.” (Sálm.: 119 : 105).

Undursins Guᵭ!

(Esaias: 55 : 10 - 11).

"Tí sum regn og kavi fellur niður av himli og fer ikki aftur hagar, fyrr enn tað hevur vatnað jørðina, gjørt hana fruktbara og fylt hana við spírum, so at hon gevur sáð at sáa og breyð at eta,

so skal orð Mítt verða, sum gongur út av munni Mínum - tað skal ikki koma tómt aftur, men gera tað, ið Eg vil, og hava eydnu at avrika tað, ið Eg sendi tað til!"

 

Orᵭiᵭ!

”Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud. Hann (Jesus) var í upphavi hjá Gudi. Alt er vorðið til við Honum (Jesusi), og uttan Hann (Jesus), er einki vorðið til av tí, sum til er.” (Jóh.Ev.: 1 : 1 - 3).

”Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara (Jesusar), dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.” (Jóh.Ev.: 1 : 14).