Lunnarnir: "Gerið Harranum vegin til reiðar, javnið gøtur Hansara!"

 

Grundvøllurin til hettar mítt evangeliserandi arbeiᵭi - sum umfatar meiri enn hesa heimasíᵭu - er sjálvandi lagt á klettin ”Jesus Kristus, Guᵭs Son, og sum jú eisini er ”Guᵭs orᵭ” (Lukas: 6 : 46 - 48 og Jóh.ev.: 1 : 1).

Evangeliseringin vil tí burturav verᵭa grundaᵭ á ”bíbilskan kristindóm” tvs. fría frá menniskjaboᵭum, filosofi (vísdómi heimsins) v.m., ella sum skriftin lærir okkum: ”Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!” (Kol.: 2 : 8).

Øll sjónin gongur í høvuᵭsheitum út uppá at “kobla” einstaka menniskjaᵭ til ”Jesus” og hartil at granska bíbliuna, men hinvegin ikki at fiska menniskjur til eina ávísa samkomu av tí at ”Guᵭ, sum hevur gjørt heimin og alt, sum honum er í, Hann, ið er Harri himmals og jarðar, býr ikki í templum (bygningum), sum gjørd eru við hondum; Hann verður heldur ikki tæntur av menniskjahondum sum ein, ið nakað tørvar; tí tað er Hann sjálvur, sum gevur øllum lív og anda og alt. …….” (Apostl.G.: 17 : 24 - 31).

Nei, hús Hansara eru vit ”vit, sum trúgva á Jesus” og vit, ”sum trúgva á Jesus,” vit eru tempul (bygningur) Guᵭs, so stendur skrivaᵭ! (Hebr.: 3 : 6 og 1 Kor.: 3 : 16 - 17). Harviᵭ er fokus sett á rætta bygningin vegna kristnu trúnni sambært skriftunum, men tíverri hava kristnir kirkju- og samkomuleiᵭarar á okkara døgum misskilt hendan sannleikan í alt ov stóran mun!

Vónin og sjónin hellur einamest til, at mítt arbeiᵭiᵭ (tó, Guᵭ er Hann, iᵭ fremur verkiᵭ) fer at fremja nýføᵭingar í trúnni og hartil andaligan vøkstur, írokna húsasamkomur runt um nógva staᵭni og harviᵭ umfatandi veking! (Apostl.G.: 2 : 46 - 47). Hinvegin verᵭur tó eisini mangt og hvat á skránni til trúgvandi eisini sjálvsagt. Hartil verᵭur eisini ymiskt til vantrúgvandi og fráfallin v.m.!

Í (1. Kor.: 1 : 12 - 13) stendur skrivaᵭ: ”Eg meini við, at ein og hvør tykkara sigur: "Eg eri Paulusarmaður!" "Eg eri Apollosarmaður!" "Eg eri Kefasarmaður!" "Eg eri Kristusarmaður!" - Er Kristus býttur sundur!? Varð Paulus krossfestur fyri tykkum! Ella vórðu tit doypt til navn Paulusar!?”

Hetta kann samanlíknast viᵭ á okkara døgum har fólk vanliga siga: ”Eg eri baptist, eg hoyri til heimamissiónina, eg eri metodist, eg eri hvítusunnumaᵭur, eg hoyri til fólkakirkjuna o.s.frv.," men tíverri, tá iᵭ ting og sakir útvikla seg á slíkan hátt, tá vil ”krossur Kristusar” missa kraft sína og enda viᵭ tómum tosi og reinum fjasi! "Tílíkt átti ongantíᵭ fingiᵭ loyvi til at hent, men tíverri hevur slíkur framferᵭarháttur skapa skilnaᵭa og fráfall í mongum førum." Av tí sama eigur taᵭ altíᵭ at verᵭa lagt fokus á "punkt 1” í hesi sjónframløgu ”í øllum kristnum samkomum” líka mikiᵭ hvat navn ”samkoman” hevur átikiᵭ sær!

Uppgávan fer tí altíᵭ fyrst og fremst at verᵭa tann, at royna at kobla menniskjur til ”Jesus” av tí at ”HANN” er ”Heimsins frelsari!” (Jóh.ev.: 1 : 29, Jóh.ev.: 3 : 16 - 18 og 1. Jóh,br.: 2 : 2).

Skriva stendur um Andrias, bróᵭur Símun Pætur (Kefas), at ”hann førdi (koblaᵭi) beiggja sín til Jesus!” (Jóh.ev.: 1 : 41 - 42). Tí er taᵭ umráᵭandi sum trúgvandi ”at føra familju, vinir og kenningar" v.m. til ”Jesus!” Tú spyr kanska hvussu ein kann koma til Jesus í dag? Taᵭ finnast ymiskir mátar, men her skulu nevnast tveir av teimum:

  1. "Hvør tann, ið kallar á navn Harrans (Jesus), skal verða frelstur." (Róm.: 10 : 13).
  2. ”Tí har sum tvey ella trý eru savnað saman í navni Mínum (Jesus), har eri Eg mitt ímillum teirra." (Matt.: 18 : 20). - Sera lætt, ikki so?

Sjónin er harviᵭ grundaᵭ á hesi fylgjandi 7 punktini:

  1. Jesus Kristus, Hann krossfestur og hví! (1. Kor.: 2 : 1 - 5 og Matt.: 1 : 21).
  2. Gud uppreisti Jesus frá hinum deyᵭu, og harviᵭ livir Jesus í dag heilur og sælur og kann ikki doyggja meir. Ja, enn betur er, at Jesus hevur lyklar deyᵭaríkisins í tryggari varᵭveitslu og kann harviᵭ taka burtur óttan hjá einum og hvørjum menniskjaᵭ, sum livir í ræᵭslu fyri deyᵭanum! (Hebr.: 2 : 14 - 16). Hóast Jesus varᵭ krossfestur í veikleika, so livir Hann tó í kraft Guᵭs! (2. Kor.: 13 : 4). - Táið eg sá Hann, fall eg sum deyður niður fyri føtur Hansara. Men Hann legði høgru hond Sína á meg og segði: "Óttast ikki! Eg eri hin fyrsti, hin síðsti og hin livandi. Eg var deyður, men hygg, Eg eri livandi í aldur og allar ævir! Eg havi lyklar deyðans og deyðaríkisins.” (Opinb.Jóh.: 1 : 17 - 18).
  3. À hesum undurfulla grundarlagi, hevur Gud tí, Hann, sum er trúfastur, kallaᵭ okkum til at hava samfelag viᵭ Son Hansara, Jesus Kristus, Harra okkara! - Hvønn dag! (1. Kor.: 1 : 9 og Matt.: 6 : 11). Hetta verᵭur gjørt viᵭ m.a. at lesa í bíbliuni, bøn og takkargerᵭ v.m.!
  4. Tá iᵭ vit nú í longri tíᵭ hava upplivaᵭ og framvegis í dag uppliva, at so mong menniskjur eru so sjúk og veik á mangar ymiskar háttir, ikki bert í tí danska kongaríkinum, men stórt sæᵭ um alla jørᵭina, so er taᵭ mær sera maktáliggjandi at gera vart viᵭ nakaᵭ sera átroᵭkandi neyᵭugt og sum eg sjálvur havi upplivaᵭ í mínum egna lívi, og taᵭ er, "at taᵭ gongur ein kraft út frá Honum (Jesusi) og sum grøᵭir øll, sum koma í samband viᵭ Jesus." (Lukas: 6 : 19). Sí eisini sum áᵭur nevnt (Matt.: 18 : 20). Men høvuᵭssakin viᵭ evangeliinum er sjálvandi gleᵭitíᵭindini um, at: ”Honum (Jesusi) geva allir profetarnir tann vitnisburð, at hvør tann, ið trýr á Hann (Jesus), fær fyrigeving syndanna við navni Hansara." (Apostl.G.: 10 : 43), … og ”… Í Honum (Jesusi) hava vit endurloysingina, fyrigeving syndanna.” (Kolos.: 1 : 14). Men grøᵭing fyri likamiᵭ er sjálvsagt íroknaᵭ evangeliska boᵭskapin. Sí (Lukas: 5 : 18 - 26). Men likamið er …………….  fyri Harran; og Harrin er fyri likamið. (1. Kor. 6 : 13). Tá saman um kemur, so hoyra øll Harranum til, Honum, sum skapti Himmal og jørᵭ og alt, sum har til hoyrir! (Ezekiel: 18 : 4). Hartil er støᵭan tann, at hin trúgvandi er sum sagt ogn Guᵭs og samarvingi Kristusar til taᵭ føgru nýggju verᵭ, iᵭ er ávegis! (Róm.: 4 : 13 - 14, Róm.: 8 : 17, Gal.: 3 : 29, Efes.: 3 : 6, Titus: 3 : 7, Ják.: 2 : 5).
  5. At Guᵭ skapti okkum menniskjur sum ævigir skapningar í ”Jesusi Kristi” viᵭ trúnni! (Jóh.ev.: 3 : 16 og prædikarin 3 : 11).
  6. Sum skrivaᵭ stendur: ”Komið til Hansara, hin livandi stein, sum víst er vrakaður av menniskjum, men er Gudi útvaldur og dýrabarur!” (1. Pæt.: 2 : 4).
  7. Evangeliiᵭ er Guᵭs kraft til frelsu (Sozo) (Róm.: 1 : 16 - 17). ”Og frelsa (írokna grøᵭing) er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað ”NAVN” (Jesus) undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við." (Apostl.G.: 4 : 12).

Og táið Hann aftur leiðir hin frumborna inn í heimin, sigur Hann: "Allir einglar Guds skulu tilbiðja Hann." (Hebr.: 1 : 6).

"Tá  …….  varð Hann tikin upp, meðan teir sóu, og skýggj tók Hann burtur úr eygsjón teirra. Sum teir nú stardu upp móti himli, í tí Hann fór burtur, stóðu hjá teimum tveir menn í hvítum klæðum. Teir søgdu: "Tit menn úr Galilea! Hví standa tit og hyggja upp móti himli? Hesin Jesus, sum er tikin upp til Himmals frá tykkum, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu Hann fara til Himmals." " (Apostl.G.: 1 : 9 - 11).

”Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp; síðani skulu vit, ið liva - sum eftir eru - verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum. Troystið tá hvør annan við hesum orðum!” (1. Tess.: 4 : 16 - 18).

Alt í alt, so finnist ein undurfull frelsa í tí veldiga og maktfulla navninum ”Jesus” og kann móttakast av øllum sum vilja og ynskja taᵭ, viᵭ trúgv á Jesus Kristus, Guᵭs Son!

Tíᵭini vit liva í nú, so uppliva vit eitt stórt fráfall frá tí kristnu trúnni, nakaᵭ, sum hevur staᵭiᵭ uppá í ártíggir (Umleiᵭ 50 ár?), og líka sum toppar á okkara døgum. Fráfall hevur tann keᵭiliga eginleikan, at taᵭ kemur sníkjandi sum kreft inn í kristna samfelagiᵭ. Taᵭ mest syrgiliga er, at so mong annaᵭhvørt ikki hava lagt merkis til hettar ella vilja ikki viᵭganga, at so er!

Bíblian hevur eisini ávara okkum um hettar og sum skrivaᵭ stendur: ”Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda!” (1. Tim.: 4 : 1).

Hartil lærir bíblian okkum hetta: ”Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni; og tey skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær til ævintýr” (2. Tim.: 4 : 3 - 4).

Àᵭurnevndu tekstir kundu eins væl verᵭiᵭ skrivaᵭir til okkara breiddarstig viᵭ taᵭ, at vitnisburᵭurin passar neyvt til okkara samtíᵭ, tíverri. Alt europa líᵭur undir hesum løgna fyribrigdinum.

Vegna øllum hesum áᵭurnevnda eins væl og øᵭrum ónevndum orsøkum, føddist hettar evangeliserandi arbeiᵭi, sum viᵭ øllum Guᵭ givna tolsemi og úthaldni, kemur at fáa sín vøkstur eftir vilja Hansara, sum føddi verkiᵭ!

Hartil kemur eisini trúgvin og vónin til lyftir bíbliunnar um, hóast ávaringina um hópfráfalliᵭ í endatíᵭini, at taᵭ eisini skal koma ein hópveking yvir alla jarᵭarklótuna og sum vit kunnu lesa um m.a. í Apostlasøguni umvegis Jóel profet, tó hettar er nokk ikki eitt lyfti sum so, men heldur ein profeti um, hvat iᵭ henda skal á síᵭstu døgum:

 ”Hetta er tað, sum sagt er við Jóel profeti: "So skal verða á síðstu døgum" - sigur Gud - "at Eg skal úthella av Anda Mínum yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera, hini ungu hjá tykkum skulu síggja sjónir, og hini gomlu hjá tykkum skulu hava dreymar. Ja, um tað so eru trælir Mínir og trælkvinnur Mínar, skal Eg á teimum døgum úthella av Anda Mínum yvir tey, og tey skulu profetera. Eg skal lata undur henda á himli uppi og tekin á jørðini niðri, blóð, eld og roykskýggj. Sólin skal umskiftast í myrkur, og mánin í blóð, áðrenn dagur Harrans kemur, hin stóri og dýri. Og so skal verða, at hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur." (Àpostl.: 2 : 16 - 21).

Fyri at skilja hetta betur viᵭv. fráfalli og tilfalli ella gróᵭurseting um ein vil vegna Guᵭstrúgv, so verᵭur lesarum og lurtarum ráᵭgivi at lesa Rómbræviᵭ kapittul 11 spakuliga og grunda yvir tingini samstundis. - Her verᵭur m.a. ein myndafrágreiᵭing brúkt um at bróta greinar av einum træi og gróᵭurseta aᵭrar í staᵭin!

Einfalda frágreiᵭingin her til síᵭst er, at eg vóni, at tit øll somul vilja taka ímóti Jesus og blíva frelst, tit, sum ikki enn hava tikiᵭ ímóti Jesus Kristus sum Frelsara og Harra í tykkara lívi.

Til øll tykkum, sum einaferᵭ livdu saman viᵭ Jesusi, men av eini ella aᵭrari orsøk ikki gera taᵭ meir, so skal eg heilsa og siga, at Jesus ynskir so innarliga, at tit koma aftur til Hansara framvegis opnu armar, tí Hann koyrir ongan frá sær, sum vil koma til Hansara!

Andin og brúðurin siga: "KOM!" Tann, ið hoyrir, sigi: "KOM!" Tann, ið tystir, komi! Og tann, ið vil, taki vatn lívsins fyri einki!" (Opinbering Jóhannesar: 22 : 17).

Yes, I know!