Grøᵭing er at samvirka viᵭ Guᵭ Faᵭir og Harra okkara, Jesus Kristus, Guᵭs Son!

Mong menniskjur hava, ígjøgnum longri tíᵭ, biᵭiᵭ til Guᵭ um grøᵭing fyri likam teirra vegna sjúku og veikleikar tíat tey trúgva, at Guᵭ bæᵭi kann og vil grøᵭa. Tíverri hevur úrslitiᵭ veriᵭ alt annaᵭ enn nøktandi fyri tey biᵭjandi.

Taᵭ er púra rætt og satt, at Guᵭ bæᵭi kann og vil grøᵭa ein og hvønn sjúkling uttan undantak. Sum skriva stendur: ” Men táið kvøldið var komið, førdu tey til Hansara mong, sum sett vóru av illum andum; og Hann rak út andarnar við Orði og grøddi ØLL hini sjúku - fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við Esaiasi profeti, ið sigur: "Hann tók veikleikar OKKARA og bar sjúkur OKKARA." (Matt.: 8 : 16 - 17). 

Legg merkis til, at ikki bara grøddi Jesus ØLL tey sjúku, men at Hann nýtti Orᵭiᵭ, tvs. Guᵭs Orᵭ at reka út illar andar og grøᵭa sjúk! Vit síggja í tekstinum, at har stendur: "førdu tey til Hansara ...," - hvørji tey? Jú tey, sum ikki vóru sjúk og sum trúᵭu, at Jesus kundi lekja. Hesi førdu tey sjúku til Jesus.

Av tí at Jesus er upprisin og livir ídag og kann aldri doyggja meir, kunnu vit trúgvandi tí gera taᵭ sama í bønini og bera alt sjúkt og øll sjúk til Hansara! Ja, okkara møguleiki er enn betur til tess enn tá á døgum Jesusar, tíat tá var Jesus avmarkaᵭur til bert ein einkultan persón í mannalíki í einum lítlum umráᵭi í Ìsrael.

Men í dag og líka síᵭani uppreisn Jesusar, er Jesus umbroyttur til ein livandi gerandi Andi (Sí 1. Kor.: 15 : 45) og hevur harviᵭ óavmarkaᵭar møguleikar at virka í og grøᵭa øll, sum koma til Guᵭ viᵭ Jesusi ”í bønini!” Tey sjúku kunnu sjálvandi biᵭja fyri sær sjálvum, men frísk og røsk kunnu og eiga at biᵭja eisini fyri øllum sjúkum og teimum, iᵭ tørva hjálp!

Onkur hevur kanska hug at spyrja, um nú Jesus vil grøᵭa sjúk? Ja, í áᵭurnevnda teksti er svariᵭ avgjørt "JA," men enn betur er, at Jesus eisini kann finna uppá at koma til tey sjúku og spyrja, um tey vilja vera frísk. Jesus tvingar onki á okkum, men býᵭur okkum frelsu og grøᵭing og vónar inniliga, at vit vilja taka ímóti vid tøkk!

Sum skrivaᵭ stendur: "Nú var har maður, sum hevði verið sjúkur í 38 ár. Táið Jesus sá hann liggja har, og vitsti, at hann longu hevði ligið sjúkur í langa tíð, segði Hann við hann:"Vilt tú verða frískur?" 

Hin sjúki svaraði Honum: "Harri, eg havi ongan, sum kann fáa meg niður í hylin, táið vatnið verður órógvað; og táið eg komi, fer eitt annað niðurí undan mær!" Jesus segði við hann: "Reis teg, tak song tína og gakk!" Alt fyri eitt varð maðurin frískur, og hann tók song sína og gekk. (Jóh.Ev.: 5 : 5 - 9).

Taᵭ er júst hetta, sum sjúk trúgvandi ikki enn hava fingiᵭ fatur í, at taᵭ er orᵭiᵭ sum grøᵭir, - Guᵭs orᵭ. Jesus er lívsins orᵭ!

Alt bendir enntá á, at lykilin til grøᵭingina er, um tú vilt verᵭa grøddur!? Jesus ikki bara vil, men avdúkar fyri okkum, at grøᵭingin hevur ligiᵭ klár langt áᵭrenn vit vóru fødd! Okay? 

Tó, hesin grøᵭingarháttur tekur sjálvsagt nakaᵭ av tíᵭ ella sum bíblian lærir okkum: ”Tí so segði Harrin HARRIN, hin heilagi Ísraels: "Venda tit við og halda tykkum í friði, skulu tit verða frelst; í stilli og áliti skal styrki tykkara vera." - Men tit vildu ikki! (Esaias: 30 : 15).

Og Esaias upplýsir okkum eisini hettar: "tí sigur Harrin HARRIN so: Eg havi lagt í Zion grundarstein, royndan stein, dýrabaran, fastan hornstein - tann, ið trýr, hevur ikki skund!" (Esaias: 28 : 16).

Vit kunnu lesa í (Jóh. 1 : 1): ”Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.” Og vit lesa víᵭari í (vers 14a) sama kap.: ” Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika.” - Harviᵭ kunnu vit staᵭfesta taᵭ, at "Jesus er Orᵭiᵭ, Orᵭiᵭ er Jesus!" - Og enn meira: "Jesus grøᵭir og Orᵭiᵭ grøᵭir!"

Hettar er júst loyndarmáliᵭ viᵭ allari grøᵭing og sum Paulus eisini tosar um í (Kolossebrævinum kap.1 og 2) "loyndarmál Guds, sum er Kristus (Kristus í okkum). Í Honum eru allir skattir vísdómsins og kunnskaparins at finna - fjaldir.. !"

Ja, hettar loyndarmáliᵭ, sum er Kristus í okkum trúgvandi og sum aftur er Guᵭs orᵭ í okkum trúgvandi og sum frelsir og grøᵭir. Ikki er taᵭ nóg mikiᵭ hóast gott, at Guᵭs orᵭ býr ríkliga millum okkum, men taᵭ má eisini búgva í okkum!

Eg skal líka minna á aftur, at taᵭ jú er Guᵭs kærleikans kraft vit hava viᵭ at gera. Skrivaᵭ stendur: "Men likamiᵭ er ....... fyri Harran, og Harrin er fyri likamiᵭ. Guᵭ, sum hevur uppreist Harran, skal eisini reisa okkum upp viᵭ kraft Síni!" (1. Kor.: 6 : 13 - 14). Altso, so er Harrin IKKI ímóti likaminum. og harviᵭ IKKI ÌMÒTI grøᵭing! - Vit eru dýrt keypt, og rokna verᵭur viᵭ, at vit skulu æra Guᵭ í likamum okkara! (1. Kor.: 6 : 20). - Vildi hildi, at lættari var at æra Guᵭi í einum frískum likamiᵭ? Taᵭ er eisini tí, at skriftin sigur, at Harrin er FYRI likamiᵭ!

Ì (Sálmunum kap. 107 og vers 20) lesa vit: (Guᵭ) sendi Orð Sítt og grøddi tey og frelsti tey frá grøvini.” Her síggja vit aftur, at taᵭ finnist lekidómur í Orᵭi Guᵭs. Av tí sama er taᵭ av størsta týdningi fyri okkum at skilja, á hvønn hátt Guᵭ grøᵭir viᵭ Orᵭi Sínum.

Guᵭ veit einki um ósigur ella ósigrar at siga. Ei heldur Orᵭ Guᵭs. Skrivaᵭ stendur jú: ”Tí einki er Gudi ómøguligt." (Lukas: 1 : 37). Og hesin stutti tekstur er eisini tín trúar grundvøllur og byrjan uppá frelsu tína írokna grøᵭing. Tíat tá taᵭ kemur til frelsu, so avdúkar Jesus sjálvur fyri okkum hvussu støᵭa okkara í roynd og veru er.

Tá tann ríki ungi maᵭurin fór frá Jesus, spurdu lærisveinarnir Hann bebbaræddir: "Hvør kann tá verða frelstur!?" Men Jesus hugdi uppá teir og segði við teir: "Menniskjum er hetta ómøguligt; men Gudi er alt møguligt." (Lesiᵭ vinarliga alla hendingina í Matt.: 19 : 16 - 26).  

"Frelsan kemur jú frá Guᵭi og ikki menniskjum!" (Jóh. Opinb.: 7 : 10). Hartil kann nevnast, at: " ... frelsuætlan Guᵭs snýr seg um trúgv!" (1. Tim.: 1 : 4).

Òansæᵭ hvør tín sjúka ella pína er, so má tú halda Guᵭs Orᵭ fast inn fyri Guᵭ í bøn, og harviᵭ fer tú at uppliva eina vaksandi vissu í tínum hjarta fyri Guᵭs almáttigu og kraftigu megi og sum Paulus nevnir í (Róm: 1 : 16): ” Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, ….. ”

Kann vera at tú hugsar sum so, at hetta kann ikki vera so. Hetta fer ikki at bera til, og harviᵭ líka sum fellur tú í fátt og einki hendir, og í sama viᵭfangi kom ivin og vantrúgvin inn og bant teg niᵭur ella kanska lammaᵭi teg. Kanska hevur tú ongantíᵭ fata ella gáa um taᵭ, at tú fyri ein stóran part verᵭur stýrd/ur her í lívinum av tí, iᵭ tú letur fara út um varrar tínar í orᵭum?

Tú hevur kanska tosa um í eina longri tíᵭ um allar tær miseydnaᵭu royndirnar hjá tær, og alt hettar negativa tosiᵭ helt teg harviᵭ - so at siga - í trældómi. Tú tosaᵭi kanska um ótta og óttan fyri, hvat sjúkan møguliga kundi føra til av enn verri tingum enn núverandi støᵭan, og harviᵭ gjørdist óttin enn sterkari og fekk enn størri trældóms vald yvir tær og tínum lívi. Ella sum orᵭtøkini siga: ” hevur tú latið teg bundið við orðum muns tíns, hevur tú latið teg fangað við orðum muns tíns?” (Orᵭtøkini: 6 : 2).

Taᵭ eru tíverri alt ov fá kristin, iᵭ hava fata týdningin av síni kristni játtan, annaᵭhvørt taᵭ er til ósigur ella sigur. Lív okkara er eitt úrslit av okkara trúgv, antin á taᵭ negativa ella taᵭ positiva. Tú játtar viᵭ tíni bøn, viᵭ orᵭum tínum og lívi tínum, annaᵭhvørt til framáhaldandi fastbinding í sjúku tíni ella útfrían og grøᵭing, alt eftir hvørja støᵭu tú hevur tikiᵭ, so sum framáhaldandi at ræᵭast avleiᵭingarnar av sjúkuni, ella at trúgva Orᵭi Guᵭs til grøᵭing og leking.

Taᵭ er fyri so vítt líka mikiᵭ hvat ella hvør sjúka talan er um, moralsk ella likamlig. Framferᵭarhátturin er ævigt hin sami eins og Jesus er í gjár, í dag og til ævigar tíᵭir hin sami! (Orᵭtøkini 4 : 4) sigur: ”Lærdi Hann meg og segði við meg: "Lat hjarta títt halda fast viᵭ Orðum Mínum, varða boð Míni, so skalt tú liva!”

Sær tú, at Guᵭ vil, at vit skulu halda FAST viᵭ HANSARA Orᵭ og at vit skulu endurtaka tey aftur og umaftur í okkara hjørtum og tankum.

Lat okkum hyggja í (Rómbræviᵭ: 10 : 9) sum sigur: ”Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.” Orᵭiᵭ frelstur stavar frá grikska orᵭinum: ”SOZO” iᵭ merkir m.a. taᵭ: ”At verᵭa grøddur, bæᵭi til anda, sálar og likam!” - Sí annars fráᵭgreiᵭing síᵭst í greinini!

”Sonur Mín! Gev Orðum Mínum gætur, legg oyrað til tað, ið Eg sigi! Lat tað ikki fara tær úr eygsjón, varða tað djúpt í hjarta tínum! Tí tað er øllum teimum lív, sum finna tað, og øllum likami teirra grøðing!” (Orᵭtøkini: 4 : 20 - 22). 

Sum tú sær, so raplar taᵭ niᵭur frá Himni av viᵭ grøᵭingartekstum, og í bíbliuni eru ein rúgva av orᵭum til grøᵭing, men virka allarbest, tá orᵭini sleppa at festa búgv og sláa røtur í hjarta, sál og sinni okkara.

Fyri ein ordans skyld, so lat okkum hyggja at vælkenda (Róm: 10 : 13): Tí "hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur." - Ja, møguleikarnir eru nógvir, og fleiri eru á veg!

Taᵭ loysir seg avgjørt at fylgja boᵭum Guᵭs og geva orᵭum Guᵭs gætur, bæᵭi sum fyrr nevndu tekstir og sum enn meir skrivaᵭ stendur: ”Tað skal vera likami tínum grøðing og geva nýggja megi í bein tíni.” (Orᵭtøkini: 3 : 8). 

Tá ein nú hevur lisiᵭ øll hesi skriftstøᵭini, so kann taᵭ undra ein, at so mong kristin eru sjúk í dag. Men taᵭ eru góᵭ ráᵭ fyri tí sum áᵭur nevnt. Og meir er á veg. - Ja, taᵭ er líka viᵭ at eg sjálvur fari á flog bara viᵭ at festa hesi lívssælu orᵭ nidur á blaᵭ! 

Símun Pætur hevᵭi fatur í tí røttu kristni játtanini í (1. bræv Pæturs kap. 2 : 24), sum sigur:- Jesus, sum sjálvur bar syndir okkara á likami Sínum upp á træið, fyri at vit, deyð frá syndunum, skuldu liva fyri rættvísina, og við hvørs sárum tit eru grødd!” 

Her er sera umráᵭandi at fylgja viᵭ í tekstinum, tíat skriva stendur IKKI, at vit skulu blíva grødd, men at skriva stendur: ”VIT ERU GRØDD!” -  Eg vildi ynskt, at fólk uppdagaᵭu hetta, jú fyrr, jú betur. 

Símun Pætur skilti hettar, at frelsan innihelt fyrigeving fyri synd og grøᵭing likamsins vegna eina og hvørja sjúku. Tann dagin tey kristnu eisini skilja hettar viᵭ, at tá Guᵭs orᵭ blívur til sannleika í okkum og okkara hjørtum, tá vil Guᵭs Orᵭ virka grøᵭandi á okkara likamligu veikleikar og sjúkur.

Vælkendu orᵭini í Esaias staᵭfesta Símun Pæturs uppdagilsi, og er vert at nevna eisini, at henda likamliga grøᵭing tín hevur ligiᵭ klár alla tíᵭina, langt áᵭrenn tú var til í móᵭurlívi.

 ”Men tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar, tað vóru pínur okkara, ið Hann legði á Seg - og vit hildu Hann vera heimsøktan, slignan og plágaðan av Gudi. Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.” (Esaias: 53 : 4 - 5). 

Navniᵭ "JESUS" veitir tær grøᵭingina í hús "viᵭ trúnni!"

Soleiᵭis er Guᵭ bara so umhugsin og kærleiksfullur. Tá Hann vil siga okkum nakad neyᵭugt og viᵭkomandi, so sigur Hann taᵭ sama upp til fleiri ferᵭir, so vit ikki skulu ivast í, at Hann meinar taᵭ, sum Hann sigur! - Vit eru grødd!  Eingin grund fyri at vera sjúk/ur. Òttast ikki, trúgv bert, so skal tú vera frísk kæra menniskjaᵭ!

Veit ikki hvussu ofta Jesus sigur hesi orᵭ í bíbliuni: ”Trúgv tín hevur frelst teg, - grøtt teg, gjørt teg frískan o.s.frv.!”

Nú kann taᵭ verᵭa at tú spyr teg sjálvan, ja men, hvussu fái eg so fatur á hesi grøᵭing, sum mær tørvar?

Fyrst av øllum er umráᵭandi at fara til læknan í bøn. ”Eg eri Lækni tín.” (2.Mós.: 15 : 26). Hartil kann nevnast, at loynidómar Kristusar eru fjaldir í orᵭinum til tess at vit skulu leita og grava sannleikarnar fram eins og ein slags skattajakt, men í hesum førum er taᵭ meiri alvor í tí heila, tá vit tosa um sjúkur og líᵭingar. (Kolossebr.: 2 : 3). Nokk tí, at Jesus sigur m.a. í (Matt.: 7 : 7 - 8): … Leitiᵭ, so skulu tit finna!  --- ” Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp! Tí hvør tann, ið biður, fær; tann, ið leitar, finnur; tann, ið bankar uppá, honum skal verða latið upp.”

Sum trúgvandi er taᵭ neyᵭugt at vita hetta, àᵭrenn ein uppsøkir læknan og sum skrivaᵭ stendur: ” … Guᵭ reisti okkum upp við Honum (Jesusi) og setti okkum við Honum í hin himmalska heimin, í Kristi Jesusi." (Efesus.: 2 : 6).

Og enn meiri: ”Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Hann (Guᵭ), sum hevur signað okkum við allari andaligari signing, í hinum himmalska, í Kristusi.” (Efesus.: 1 : 3).

Taᵭ er so sera neyᵭugt at bíta merki í, tá ein lesur hesa grein, at Guᵭ hevur grøtt okkum, Guᵭ hevur signaᵭ okkum o.s.frv.. Har stendur ikki, at Hann fer at gera taᵭ einaferᵭ í framtíᵭini, nei, Hann hevur longu gjørt taᵭ. Men sjálvandi, taᵭ skal trúgv til ella sum skrivaᵭ stendur: ”Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.” (Hebr.: 11 : 6). Sí eisini: (Matt.: 6 : 6). Sí eisini: (Filip.: 4 : 6 - 7).

Eingin fer á apotekiᵭ eftir heilivági, sum ikki er har. Tá iᵭ lækni tín útskrivar eina recept uppá ein heilivág til tín, so trýr tú uppá, at tú fær heilivágin tá tú kemur á apotekiᵭ. À sama hátt viᵭ Jesus. Guᵭ sendi Son Sín sum bót fyri syndir okkara og heilivág fyri sjúkur okkara. (Matt.: 11 : 28).

Vita tit so hvat hendir tá ein biᵭur til Guᵭ í Jesu navni? Jú, sum skrivaᵭ stendur í (Lukas.: 3 : 21): ” Meðan nú alt fólkið varð doypt, hendi tað, táið eisini Jesus var doyptur og bað, at Himmalin opnaðist!” (Vers 22) sigur víᵭari, at so kemur Heilagi Andin inn á banan eisini, og so er grøᵭingin í gongd!

Framferᵭarhátturin er nærum tann sami sum tá tú fer í peningaautomatina í bankanum. Tú trýstir eina kodu inn, og so kemur peningurin úr maskinuni. Fer tú ikki til automatina og trýstir koduna inn, jamen, so koma eingir pengar úr henni.

Kodan inn til Himmalin er: ”Jesus!” ”Eg eri dyrnar; tann, ið fer inn gjøgnum Meg, verður frelstur (og grøddur), og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði.” (Jóh.: 10 : 9).

Jesus hevᵭi at jødunum á sinni og revsaᵭi teir fyri vantrúgv tá Hann segᵭi: "Tit rannsaka skriftirnar, tí tit hugsa, at tit hava ævigt lív í teimum; og taᵭ eru tær (skriftirnar) sum vitna um Meg (Jesus). Men til Mín vilja tit ikki koma, so tit kunnu fáa lív (írokna grøᵭing)." (Jóh.ev.: 5 : 39 - 40).

Rætti spurningurin til tín er kanska: Hvat forᵭar tær í at koma til Jesus "í bøn til tann einasta, sum er mentur at grøᵭa?"

À sama hátt viᵭ grøᵭing likamsins eins væl og fyrigeving syndanna. Kemur ein ikki til Guᵭ í bøn viᵭ Jesusi ella í navni Jesusar, jamen, so hendir einki. At brokka seg um sjúkuna ella brigsla Guᵭi fyri ting og sakir, útloysir onga himmalska signing í lívi okkara. Líka so lítiᵭ taᵭ hjálpir at sparka til pengaautomatina ella gera seg inn á hana, taᵭ fær ongan pening burtur úr henni!?  ”…  "Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær."(Jesusi).” (Jóh.: 14 : 6).

”Og hvat tit so biðja um í navni Mínum, skal Eg gera, fyri at Faðirin skal verða dýrmætur við Syninum. Biðja tit um nakað í navni Mínum, skal Eg gera tað.”(Jóh.: 14 : 13 - 14).

Guᵭsmenninir Dánjal eins væl og Dávid leitaᵭu sær 3 ferᵭir um dagin til Guᵭ í bøn, - morgun og middag og kvøld.

Um tú ger taᵭ sama og verᵭur stillur yvir fyri Guᵭi meᵭan tú søkir Hann í bøn fyri at blíva grødd/ur fyri tína sjúku og/ella veikleika viᵭ taᵭ, at tú letur aftur eygu tíni og sannførir teg sjálvan djúpt og innast inni um, at Guᵭ hevur grøtt teg viᵭ at negla alt har á Golgata krossins træi á saman viᵭ elskuliga syni Sínum, Jesusi Kristi, taᵭ verid seg brotsgerᵭir, allar syndir og allar sjúkur soleiᵭis, at tú skuldi vera fríur, heilur og sælur.

Um tú tekur teg saman til hetta, so skal tú fáa at sanna, at Guᵭs orᵭ ikki verᵭur uttan kraft í tínum lívi, men at tín sjúka ella veikleiki verᵭur batnandi dag frá degi, inntil sjúkan ella veikleikin er horvin sum døgg fyri sól.

Hevur tú fyrr veriᵭ forfylgd/ur ella forstýraᵭ/ur av ringum og ósunnum tankum ella hugsanum, stúran, angist, freistingum ella kanska tikiᵭ synd í tær sjálvum? So vil alt hettar so viᵭ og viᵭ rekast burtur úr tínum forgyklaᵭu tankum og hugsanum og fara í upploysing eins og skýggj hvørva ein góᵭan summardag.

Taᵭ er umráᵭandi eisini at siga í bønini hvat tær bagir og hvat tú ynskir grøᵭing fyri (hóast Guᵭ veit taᵭ, áᵭrenn tú biᵭur Hann um taᵭ), - samstundis sum tú vísir á tey skriftstøᵭ, sum Guᵭ sjálvur hevur sagt, at Hann longu hevur útvegaᵭ okkum grøᵭing, sum t.d. í (Esaias 53 : 4 - 5.) Sær tú, at Guᵭ stendur viᵭ síni lyftir. Vit kunnu gera krav uppá Guᵭs lyftir í bøn okkara, sum t.d.: ”at hvør tann, iᵭ ákallar navn Harrans, skal verᵭa frelstur (grøddur)!” (Róm.: 10 : 13). Sí frágreiᵭing um orᵭiᵭ ”frelsa” niᵭast á síᵭuni og at taᵭ eisini merkir ”grøᵭing?”

Hóast Jesus vitsti væl av, at biddarin viᵭ vegin inn til Jeriko var blindur, so spurdi Jesus tann blinda kortini: ”Jesus tók til orða og segði við hann: "Hvat vilt tú, at Eg skal gera fyri teg?" Hin blindi svaraði Honum: "Rabbuni, at eg kann fáa sjón mína!" (Markus: 10 : 51).

Hann fekk sjón sína, so taᵭ lønar seg altíᵭ at biᵭja til Jesus um hjálp. Hon kemur, um tú hevur tol til at bíᵭa eftir hjálpini. (Róm.: 9 : 33): "... tann, ið trýr á Hann, skal ikki verða til skammar." (Zion = Samkoma Guds).

Framferᵭarhátturin er eisini líkur tann hjá t.d. kommunulæknanum sum útskrivar recept til heilivág at heinta á apotekinum, og á medicinpakkanum kann t.d. standa: ”tak 1 tablett 3 ferᵭir um dagin í 2 ella 3 vikur?" - Hugsa um Dánjal og Dávid! - Morgun, middag og kvøld. Kanska nátt eisini?

Eg meini so viᵭ: "Jesus bardist ein harᵭan kamp fyri okkum á veg í deyᵭan. Kunnu vit tá ikki berjast eitt sindur í bønini?"

”At samvirka viᵭ Guᵭ, er at geva orᵭum Hansara gætur, rætt og viᵭhald í lívi okkara, aftur og um aftur, viᵭ treiskni og áhaldni at vátta og játta Orᵭum Guᵭs í okkara innara menniskja - hvønn dag - restina av lívinum!”

Og Guᵭ reisti Jesus upp frá hinum deyᵭu  -  Jesus er í Orᵭinum tær nær!

Taᵭ er sera neyᵭugt at leggja sær hetta í hjarta og sum skrivaᵭ stendur: "Trúfastur er Gud, sum tit vórðu kallað við til samfelag við Son Hansara, Jesus Kristus, Harra okkara." (1. Kor.: 1 : 9). - Hví halda tit, at Guᵭ kallaᵭi okkum til at hava samfelag viᵭ Son Hansara, Jesus Kristus? Jú, sum áᵭur nevnt: "Taᵭ gongur ein kraft út frá Jesusi og sum grøᵭir alt og øll, bæᵭi til anda, sálar og likam!"

Eisini kunnu vit lesa í bønini "Faᵭir vár," har taᵭ stendur skrivaᵭ: "Gev okkum í dag dagliga breyð okkara!" (Matt.: 6 : 11). Her skal eg líka upplýsa tykkum taᵭ, at "dagliga breyᵭiᵭ" í bíbilskum týdningi fevnir um nógv meiri enn taᵭ, sum vit pota í munn okkara til dagligt. Paulus og Matteus upplýsa okkum her í áᵭurnevndu skriftstøᵭum, at bert í dagligum samfelagi viᵭ Jesusi í bøn til Guᵭ Faᵭir í Himli, tá kann grøᵭingin koma í hús og haldast viᵭ líka!

”Tí vit hava ikki ein høvuðsprest, sum ikki kann hava samkenslu við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður í øllum á sama hátt sum vit - tó uttan synd. Latið okkum tí við dirvi stíga fram fyri hásæti náðinnar, so vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálp á rættari tíð!” (Hebr.: 4 : 15 - 16).

Les, sum skrivaᵭ stendur, - trúgv tí, sum skrivaᵭ stendur, -  ongantíᵭ eitt orᵭ av skriftini forgongur!

P.S.: Um tú ætlar tær at fara í bøn til Guᵭ Faᵭir í Jesusar Navni vegna tína sjúku og tú tekur heilivág, so skal tú ikki gevast viᵭ at taka tín heilivág, - ikki fyrr enn tín egni lækni sigur tær, at tær ikki nýtist heilivágin meir.

Guᵭ vælsigni teg og grøᵭi teg, bæᵭi til anda, sálar og likam!

Fyri ein ordans skyld skal sigast, at Gud salvar eisini ávís fólk í samkomuni til at grøᵭa viᵭ bøn og handaálegging, men taᵭ er sera langt ímillum slík, og taᵭ eru sera sera fá av teimum eisini tíverri. Men taᵭ er ein heilt onnur frálæra og sum ikki verᵭur tikin fram her. - V.ø.o.: Guᵭ hevur ikki bert ein máta at grøᵭa sjúkur uppá, men hesin framferᵭarhátturin virkar viᵭ trúgv og tolsemi! Sum tey gomlu plagdu at siga: "Tolin trívist!"

¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤

Orᵭiᵭ "Frelsa," stavar frá grikska orᵭinum: Soteria. "Frelsa, endurloysing ella forloysing!" - Kemur av orᵭinum: SOZO.” og sum merkir: "frelsa, bjarga frá vanda, fría út." Sozo er taᵭ vanliga orᵭiᵭ fyri frelsa og sum nýtt verᵭur í bíbliuni.

Orᵭiᵭ hevur ein sera víttfevnandi týdning so sum, "at varᵭveita heilt og í sama standi, óskala, frískt og uttan skaᵭa."

"At bjarga frá vanda, sjúku, deyᵭa og fortapilsi. Sozo merkir eisini at gera ting og sakir góᵭ ella gott aftur, gera fólk frísk, grøᵭa skaᵭar, lívgeva og bjarga frá vanda og úr neyᵭ v.m.."

Orᵭiᵭ Sozo verᵭur brúkt sum týᵭing av ikki minni enn 15 ymiskum orᵭum á hebraiskum máli. (Jesus tosaᵭi arameisk, eitt hebraisk mál). Eitt av hesum orᵭum á hebraiskum er: Sjalom,” sum merkir: "uttari og innari friᵭur, bati, frælsi, ró, hvíla, trygd og tryggleiki og vælstandur."

Av tí sama vísir hetta klárt og týᵭuliga, hvussu neyvt frelsa og grøᵭing hongur saman.  

Góᵭa eydnu og Jesus signiᵭ teg!

 

Hesa grein gav Jesus mær hugskotiᵭ til at festa niᵭur á blaᵭ, eftir at eg hevᵭi lisiᵭ ein lítlan greinastubba av ”WILLY GRIIS.” - Eg havi sjálvur roynt hetta, sum eg skrivi um, og eg livi eftir hesi uppskrift framvegis, sum virkar framúr og avbera væl!

Let the healing begin!