Ein stutt útgáva av Evangeliiᵭ um Jesus Kristus, Syni Guᵭs!

”Jesus, sum gav Seg sjálvan fyri syndir okkara, fyri at bjarga (skræᵭa) okkum út úr hesum núverandi (og nærverandi) ónda heimi, eftir vilja Guds og Faðirs okkara!” (Gal.: 1 : 3 - 5).

"Evangeliska Orᵭiᵭ um Jesus úr Nazaret, hvussu Gud salvaði Hann við Heilaga Andanum og kraft, Hann, sum gekk um og gjørdi væl og grøddi øll, ið Djevulin hevði fingið vald á; tí Gud var við Honum." (Ap.G.: 10 : 38)

Hvør tann, ið trýr á Jesus, fær fyrigeving syndanna við Navni Hansara!" (Ap.G.: 10 : 43)

”Tí av náði eru tit frelst, við trúgv - og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum - fyri at eingin skal rósa sær.” (Efesus: 2 : 8 - 9).

”Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín (Jesus), hin einborna,  fyri at hvør tann, ið trýr á Hann (Jesus), skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

Ikki sendi Gud Son Sín (Jesus) í heimin, fyri at Hann (Guᵭ) skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum (Jesusi).

Tann, ið trýr á Hann (Jesus), verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á Navn einborna Sonar Guds, (Jesus Kristus).”(Jóh.Ev.: 3 : 16 -18).

”Í tí er kærleiki Guds opinberaður millum okkara, at Gud hevur sent Son Sín (Jesus), hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við Honum (Jesusi).

Sum bleiv krossfestur fyri at frelsa øllum menniskjum frá syndum teirra, og Guᵭ hevur viᵭ Jesusi gjørt alt sátt við Seg - veri tað nú tað, sum á jørðini er, ella tað, sum í Himlunum er - táið Hann gjørdi frið við blóði kross Hansara.

Í hesum er kærleikin: Ikki at vit hava elskað Gud, men at Hann hevur elskað okkum og sent Son Sín til bót fyri syndir okkara.(1. Jóh.Br.: 4 : 9 - 10 og Kol.: 1 : 19 - 20).”

”Men tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar, tað vóru pínur okkara, ið Hann legði á Seg - og vit hildu Hann vera heimsøktan, slignan og plágaðan av Gudi.

Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir (syndir) okkara; straffin varð løgd á Hann (Jesus), so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.” (Esaias: 53 : 4 - 5).

”Og Guᵭ reisti Jesus upp frá hinum deyᵭu!” (Ap.G.: 17 : 31) - (Les frá vers 24 - 31).

Nøkur fá og sera nyttug og neyug bønarhugskot frá Bíbliuni, i virka vi trúgv!

“Soleiᵭis greiᵭir Bíblian okkum frá, hvat trúgv er fyri naka: Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst. Við trúgv fata vit, at heimurin er skaptur við orði Guds, so tað ikki er av hinum sjónliga, tað, sum sæst, taᵭ er vorᵭiᵭ til, men er vori til av einum skapara, sum er ósjónligur fyri okkum!” (Hebr.: 11 : 1 - 3).

Tí "hvør tann, ið kallar á Navn Harrans (Jesus), skal verða frelstur." (Róm: 10 : 13).

”Hann vendir Sær til bøn hinna hjálparleysu, Hann vanvirðir IKKI bøn teirra.” (Sálm: 102 : 18).

”Men tú, táið tú biður - far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.” (Matt: 6 : 6).

”Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.” (Filip: 4 : 6 - 7).

”Og kastið alla sorg tykkara á Hann (Ì bønini)! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.” (1. Pæt.: 5 : 7)

 

Lesiᵭ altíᵭ í bíbliuni, - tí, taᵭ loysir seg og lønar seg - altíᵭ!

 

God on the Mountain