Hvussu ein tekur ímóti Frelsu Guᵭs!

Lat okkum hyggja heilt neyvt uppá, hvussu tú kann taka ímóti Guᵭs frelsu. Lat okkum sláa upp í nýggja testamentiᵭ og lesa úr brævi Paulusar til Rómverjar, (kap. 10 og vers 9 - 10).

Hvussu blívur ein frelstur?

Jú, fyrst lesa vit, at rættvísin, ið er av trúgv sigur so:, "Sig ikki í hjarta tínum: "Hvør skal fara upp til Himmals?" Tað er, at fáa Kristus niður -"ella: "Hvør skal fara niður í avgrundina?" - Tað er, at fáa Kristus upp frá hinum deyðu. (Vers 6 og 7).

 Hvat sigur bíblian tá?

Jú, bíblian sigur, "Orðið er tær nær, í munni tínum og hjarta tínum" - Tað er orðið um trúnna, tað, sum vit prædika.og sum skriva stendur!” (vers 8).  -  Og so koma vit til (vers 9 og 10):

” Tí, um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.                                                                                    Tí við hjartanum trýr ein - til rættvísi, og við                                                                                          munninum játtar ein - til frelsu!”

Hettar er uppskriftin til frelsu ella vegurin til frelsu, um tú vil! Taᵭ er ikki neyᵭugt at fara ígjøgnum eina røᵭ av skriftmálum til tess at blíva frelst/ur. Tú skal ikki játta allar tínar syndir, tí tú er ikki før/ur fyri at minnast allar tínar syndir allíkavæl! Tú kemur helst at fella nøkur tár tá tú umvendir teg og verᵭur frelst/ur á henda hátt, "ella verᵭur fødd/ur av vatni og Anda," sum bíblian eisini kallar taᵭ, (Jóh. Ev.: 3 : 5) - "ella fødd/ur av Guᵭi." (Jóh. Ev.: 1 : 12 - 13). Men hvønn týdning hevur taᵭ at fella nøkur tár fyri at móttaka nakaᵭ so ómetaliga stórt og undurfult!?

Taᵭ er hinvegin tann trúgvandi iᵭ skal játta sínar syndir, um ella tá iᵭ hann ella hon synda. Taᵭ, iᵭ tú skal gera, tú, sum ikki enn er vorᵭin ein kristin, er hetta: ”Tú skal trúgva í hjarta tínum, at Guᵭ hevur reist Jesus upp frá hinum deyᵭu og játta viᵭ munni tínum, at Jesus Kristus er Harri!”

Her kann leggjast aftrat, at tú eisini skal geva Guᵭi rætt í tí í tínum hjarta, at øll menniskjur (eisini tú og eg) á fold hava syndaᵭ og tørva frelsu frá Guᵭi, ella sum skriftin sigur: ” Tí einki menniskja á jørðini er so rættvíst, at hann ger bara gott og syndar aldri.” (Prædikarin: 7 : 20).

Ella sum (Róm: 3 : 23) letur okkum vita: ”Øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds!”

Ella sum (1. Jóh.br.: 1 : 8) sigur: ”Siga vit, at vit hava ikki synd, so dára vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum.”

Taᵭ merkisverda og góᵭa er, at fleiri túsund menniskjur í dag trúgva tí, at uppreisn er frá hinum deyᵭu. Kanningar vísa, at ein stórur hópur av fólkinum trýr uppá Guᵭ. Í (Jóh. Ev.: 14 : 1b) sigur Jesus: ”…….. Tit trúgva á Gud - trúgvið á Meg við!”

Ikki nokk viᵭ taᵭ, at fólk trúgva uppá ein Guᵭ, men meir enn helvtin av teimum trúgva enntá, at Jesus er risin upp frá hinum deyᵭu. Taᵭ vil siga taᵭ sama sum, at hesi menniskjur hava longu góᵭtikiᵭ helvtina av tí, iᵭ krevst fyri at blíva frelst!

Men taᵭ, sum kemur at vera avgerandi fyri hesi menniskjur, um taᵭ nú verᵭur himmal ella helviti fyri slík, er, um nú hendan trúgvin verᵭur umsett til játtan og gerning ella ei. Tí skriva stendur jú: ”Tí, um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelst/ur.”

Hetta merkir so taᵭ, at tú ikki bara játtar uppá ein lættisoppa kendan máta, at tú ikki bara sleingir orᵭini út í tóman heim, úttalar orᵭini uppá kvamsvís, men at tú í tínum hjarta virkuliga meinar taᵭ tú sigur, at Jesus er tín Harri. Ella viᵭ øᵭrum orᵭum kann tú málbera teg soleiᵭis: ”Jesus, ver Harri í lívi mínum. Jesus, eg taki ímóti tær sum mínum Harra. Eg trúgvi á Teg í mínum hjarta!”

Hereftir vil hitt stóra undriᵭ henda, - so einfalt er taᵭ!

" ....... Hvør tann, iᵭ trýr á Hann (Jesus), fær syndanna fyrigeving viᵭ navni Hansara!" (Apostl.G.: 10 : 43). 

Kelda: "Oslo Kristne Senter." (OKS).

Without the Lord!