Innleiđandi tekstir til komandi bíbilsku evnir viđvíkjandi”tíđarinnar tekin,” !

Undir hesum evni skal verᵭa nomiᵭ viᵭ ómetalig mong evnir, iᵭ bíblian umrøᵭar sum ”tekiniᵭ” iᵭ skal verᵭa sjónligt fyri eygum alra og sum bendir á, at vit eru komin hartil iᵭ bíblian kallar fyri ”hinar síᵭstu tíᵭir,” men hvar bíblian eisini ger vart viᵭ vegna síni egnu serstøku orᵭing, at gudurin hjá hesum heimi hevur blinda so mong menniskjur, at tey hava ilt viᵭ at duga at skilja og fata hetta tekiniᵭ. Ella eisini at tey síggja hetta væl, men avnokta kortini. (2. Kor.: 4 : 4).

Hinvegin má sigast, at ongantíᵭ áᵭur hevur hesin heimur uppliva so mong tekin (profetiir) iᵭ bæᵭi eru uppfylt og hartil so mong tekin (profetiir), iᵭ sjónliga eru undir uppfylling! Hertil skal nevnast, at hóast bíblian nýtir orᵭingina ”tekiniᵭ” sum eitt tekin, so er hetta tekiniᵭ kortini umfata av mongum ymiskum hendingum.

Haldi meg minnast, at ein sangtekstur sigur nakaᵭ soleiᵭis: ”Tíᵭartekniᵭ sýnir greitt, at Jesus kemur!”

Men taᵭ sigur bíblian eisini, at Harrin skal koma aftur sjónliga og upprætta ”Sítt Ríki” her á fold! (2. Tim.: 4 : 1).

Taᵭ er gott, at so er, tíat Hann skal taka yvir maktina og fáa skil á jarᵭarklótuna aftur, so menniskjan ikki heilt forkemur henni. Hendan foldin verᵭur tó í einum sera ringum standi, tá Harrin kemur aftur. Tí er taᵭ, at Jesus kemur aftur.  At frelsa og at døma í rættvísi.

"Tá Guᵭs tíᵭ og tímin er inni, táið Hann skal oyða tey, sum oyða jørðina. "Fólkasløgini vórðu vreið; men vreiði Tín er komin, og tíðin táið hini deyðu skulu verða dømd, og táið Tú skalt løna profetunum, tænarum Tínum, og hinum heiløgu og teimum, ið óttast navn Títt, hinum smáu og hinum stóru - og táið Tú skalt oyða tey, sum oyða jørðina."(Opinb.: 11 : 18).

Men her kunnu nevnast nakrar høvuᵭsyvirskriftir til tey sera mongu evnir, iᵭ umrøᵭa hetta evniᵭ iᵭ ber heitiᵭ: "Tíᵭarinnar tekin!”

Sosial tekin, moralsk tekin, politisk tekin, hernaᵭarlig tekin, tekin í náttúrᵭuni, fráfall, villleiᵭingar av ymiskum sløgum, tekin í Ìsrael, evangeliska tekiniᵭ o.s. frv.!

Spurningurin verᵭur kanska um, hvussu nógv verᵭur nátt av øllum hesum, tíat tilfariᵭ er nærum endaleyst. So at siga er talan um 3 fasir. Ting  (profetiir), sum eru hend. Ting (profetiir) sum henda júst nú, og so ting (profetiir), iᵭ enn resta í at ganga í uppfyllilsi.

Tó er ikki vist, at framløgan verᵭur eftir omanfyri nevndu raᵭfylgju. Taᵭ kemur soleiᵭis sum "Heilagi Andin" leiᵭir verkiᵭ.

"Viᵭ vón og ynski um Guᵭs ríku signing og viᵭ frelsu sálanna í huga!"

 

 

Skriftstøđ viđ tilknýti til bíbilska viđgerđarevniđ: ”Fáið tí annað sinni og vendið við, so syndir tykkara kunnu verða útstrikaðar, og lívganartíðir kunnu koma frá ásjón Harrans, og Hann kann senda hin tykkum ætlaða Kristus, Jesus, sum Himmalin skal hýsa, inntil tær tíðir táið alt verður endurreist, sum Gud hevur talað um við munni heilagra profeta Sína frá upphavi!”(Àps.: 3 : 19 - 21).