Innleiđandi tekstir til komandi bíbilsku evnir viđvíkjandi”tíđarinnar tekin,” !

Tíᵭarinnar tekin eru okkum givin til tess, at vit skulu fata hesi tekin og viᵭurskiftir. Um vit ikki vilja, tíma ella duga at týᵭa hesi tekin, tá verᵭa hesi tekin okkum til onga verᵭins nyttu kortini.

Bíbliunnar profetiir eru ikki tokutala. Taᵭ profetiska orᵭiᵭ kemur ikki til okkara á ein gátuføran hátt iᵭ kann merkja hvat sum helst og sum tískil ikki hevur nakran ávísan týdning. Nei, tvørturímóti. Bíblian gevur okkum klokkuklárar, beinraknar og neyvar forsøgnir.

Bíblian er ein undurfull bók, og í henni fáa vit m.a.: ”Heimssøguna fráboᵭaᵭa frammanundan!”

Av tí sama er taᵭ gjørt møguligt fyri øll áhugaᵭi at eygleiᵭa uppfyllingina av teimum bíbilsku profetiiunum. Taᵭ krevur sjálvsagt, at ein fær sær eina bíbliu, opnar hana og rannsakar hana av hjartans lyst og biᵭur til Guᵭ Faᵭir í várs Harra Jesu Kristi navn um hjálp og vegleiᵭing til at skilja og fata taᵭ, sum ein lesur. 

"Alt er sagt okkum frammanundan soleiᵭis, at vit skulu kunna skilja hetta, tá iᵭ tingini veruliga henda, og til tíᵭir, at vit eisini skulu kunna skilja hvat fer at henda í nærmastu framtíᵭ."

Taᵭ er ikki soleiᵭis viᵭ heimsútviklingini, at øll heimsins viᵭurskiftir henda av tilvild, hvørki taᵭ iᵭ er fari fram ella taᵭ, iᵭ fer fram á okkara døgum.

Guᵭ hevur eina ætlan viᵭ mannaættini og heimsútviklingini, og hesa veldigu stóru ætlan sína, útinnir Hann beint fyri nøsina á okkum og vil eisini fullføra hana uttan mun til hvat!

Alt hettar útinnir Guᵭ viᵭ eittans einum endamáli, nevniliga upprættanini av ”Ríkiᵭ Guᵭs,” hitt æviga ríkiᵭ, iᵭ koma skal til sjóndar, tá Harrin Jesus Kristus kemur aftur! Sum skriva stendur: "Eg vitni fyri Gudi og fyri Kristi Jesusi, sum skal døma livandi og deyð, og við opinbering og ríki Hansara. Og danska umsetingin endar setningin viᵭ: ".... så sandt som Han (Jesus) kommer synligt og opretter sit rige!"(2. Tim.: 4 : 1).

Jesu Kristi afturkoma verᵭur tí tann heilt stóra løtan og hendingin iᵭ staᵭfestir verᵭins enda, endi á tíᵭini og endurføᵭingini av jarᵭarklótuni, alt írokna. (Matt.: 19 : 28 og Àps.: 3 : 21).

Her skal líka viᵭmerkjast, at tá Matt.: (19 : 28) nýtir orᵭingina: "Í endurføðingini," so nýtir danska umsetingin orðingina: "ved verdens genfødelse!" Og tann norska umsetingin nýtir orðingina: "Når verden skal fødes på ny!"  Og enska orᵭingin er: "in the regeneration when the Son of man shall sit in the throne of his glory ....... "

Jesu afturkoma verᵭur ein stórhending, iᵭ tó ikki fer fram í einum tilvildarligum tíᵭarskeiᵭi. Dagurin, iᵭ Jesus skal koma aftur í, er endaliga ásettur av Guᵭi. Koma Harrans er Guᵭs svar uppá eina neyva tíᵭarstøᵭu og fer at henda, tá heimsstøᵭan hevur nátt eitt ávíst syndarligt skil eftir Guᵭs málistokki.

Um onkur skuldi hildiᵭ taᵭ, at myndin uppá endatíᵭina í bíbliuni er sera myrk og óhugnalig, so skal ein hugsa um, at taᵭ er júst orsaka av heimsins hjálparsleysu og neyᵭstøddu støᵭu, iᵭ er ein orsøk til, at Harrin Jesus kemur aftur inn í hendan heimin. Ikki uttan grund ber Hann heitiᵭ: ”Frelsari Heimsins!” (Jóh.: 4 : 42).

Bíblian boᵭar frá, at ávís tekin skulu vera iᵭ ávara okkum um Jesu afturkomu, og bara heimsins støᵭa í sær sjálvum er eitt tekin um hetta. Tá taᵭ er sagt, so kann eisini nevnast her, at tekiniᵭ uppá verᵭsins enda og Harrans afturkomu er eitt og taᵭ sama. - ”…….  hvat er tekinið fyri, at Tú kemur, og endi er á tíðini?" (Matt.: 24 : 3).

 

Framhald: Næsta evnið er: "Ikki, og allíkavæl!"

 

Skriftstøđ viđ tilknýti til bíbilska viđgerđarevniđ: ”Fáið tí annað sinni og vendið við, so syndir tykkara kunnu verða útstrikaðar, og lívganartíðir kunnu koma frá ásjón Harrans, og Hann kann senda hin tykkum ætlaða Kristus, Jesus, sum Himmalin skal hýsa, inntil tær tíðir táið alt verður endurreist, sum Gud hevur talað um við munni heilagra profeta Sína frá upphavi!”(Àps.: 3 : 19 - 21).