Innleiđandi tekstir til komandi bíbilsku evnir viđvíkjandi”tíđarinnar tekin,” !

Tá Jesus tosar um ”tíᵭarinnar tekin,” so peikar Hann fyrst á nakaᵭ, sum eingin hevur nakran møguleika fyri at vita nakaᵭ um (uttan Guᵭ sjálvur), og so peikar Hann á nakaᵭ, sum vit øll eiga at hava kunnleika til.

Taᵭ, iᵭ eingin kann vita nakaᵭ um, er ”dagin og tíman” vegna Jesu afturkomu.

”Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin - eingin uttan Faðirin.” (Matt.: 24 : 36).

Men hinvegin lærir Jesus okkum taᵭ, at vit øll kunnu vita nær hesin dagur nærkast.

"Soleiðis skulu eisini tit, táið tit síggja alt hetta, vita, at Hann er nær fyri durunum." (Matt.: 24 : 33).

Harviᵭ lærir bíblian okkum, at ”dagurin og tímin” er ikki kendur fyri okkum menniskjum, men rætta tíᵭarskeiᵭiᵭ tá Harrans afturkoma gerst veruleiki, skal hinvegin verᵭa kent fyri okkum menniskjum. "Endatíᵭarinnar ætt" skal síggja ”tíᵭarinnar tekin,” og vegna hetta tíᵭarinnar tekin skal ein tískil kunna duga at skilja, at dagurin er nær!  (Matt.: 24 : 32 - 36).

"Sanniliga, sigi Eg tykkum": "Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent." (Matt.: 24 : 34).

Eins og váriᵭ gevur síni tekin til kennar, at taᵭ skjótt fer at spretta á fold og spíra, soleiᵭis hevur ”endi tíᵭarinnar” eisini síni serstøku eyᵭkennir.

Jesus segᵭi: ”Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær.” (Matt.: 24 : 32).

Somuleiᵭis hevur heystiᵭ eisini síni tekin iᵭ boᵭar okkum frá, at taᵭ er á veg. Hesi heysttekin koma sera spakuliga í smáum trinum, at ein næstan ikki leggur merkis til smáu broytingarnar beinanvegin. Fyrst ein følna blóma, síᵭani eitt blaᵭ fyri og annaᵭ eftir fallandi niᵭur frá trøunum. So byrjar vindurin spakuliga at blíva kaldari, og brádliga so er tíᵭin komin har fjøllini skulu gangast og ádrenn ein veit av, so er heysttíᵭin komin á gátt hjá okkum. Og tá vita vit, at skjótt vil veturin breiᵭa sítt hvíta lín yvir bø og ong, men dagin og tíman, nær fyrsta kavaflykran kemur dandandi niᵭur frá himli av, vita vit ikki.

Soleiᵭis fyriheldur taᵭ seg eisini viᵭ Harrans afturkomu. Tíᵭarinnar tekin boᵭa okkum frá, at skjótt er Hann her, men dagin og tíman vegna afturkomu Hansara, kenna vit so ikki.

Fyrra koma Jesusar fyri skjótt 2000 árum síᵭani, var somuleiᵭis umgird viᵭ klárum teknum. Men hvørki tann breiᵭi fólkahópurin ella teir skriftlærdu á Jesu døgum tá, kendu tíᵭina tey livdu í. Jesus stemplaᵭi tey sum hyklarar, tí tey dugdu sera væl at áskyna veᵭurlagi og koma viᵭ veᵭurforsøgnum, men vóru hinvegin starblind tá taᵭ kom til at duga at skilja ”tátíᵭarinnar tekin!”

Men Hann svaraði teimum: "Um kvøldið siga tit: "Veðrið verður gott; tí himmalin er reyður!" og um morgunin: "Í dag verður illveður; tí himmalin er reyður og dimmur." Ja, útsjónd himmalsins duga tit á at skyna, men tekin tíðanna duga tit ikki at týða!” (Matt.: 16 : 2 - 3).

Tey tekin iᵭ boᵭa frá Jesu afturkomu, eru als ikki óklárari enn tey tekin, iᵭ boᵭaᵭu frá Hansara fyrru komu, og taᵭ er okkara skylda at týᵭa hesi tekin. Hetta evniᵭ, iᵭ vit hava viᵭ at gera, er ikki nakaᵭ veruleikafjart, religiøst og óviᵭkomandi evni. Nei, eisini hetta evniᵭ í bíbliuni, iᵭ umhandlar ”tíᵭarinnar tekin”, eiga vit eisini at móttaka sum ”orᵭ Guᵭs!”

Vit liva í eini tíᵭ, hvarí profetiini og endatíᵭarinnar hendingar nærkast hvørjum øᵭrum viᵭ fullari árenningarferᵭ. Alt hetta, sum profeti-rannsakarar hava kanna tey seinastu umleiᵭ 150 árini ella so og tosa so nógv um, er so at siga í fullari gongd í skrivandi stund. Sjálv uppfyllingin av profetiunum í dag, ger hetta evniᵭ kókandi heitt og átti tískil at elvt til mong eykamøtir og bønarmøtir runt um allastaᵭni innan kristnar rørslur.

 

Framhald: Næsta evniᵭ ber heitiᵭ: ”Endatíᵭarinnar ætt!”

 

Skriftstøđ viđ tilknýti til bíbilska viđgerđarevniđ: ”Fáið tí annað sinni og vendið við, so syndir tykkara kunnu verða útstrikaðar, og lívganartíðir kunnu koma frá ásjón Harrans, og Hann kann senda hin tykkum ætlaða Kristus, Jesus, sum Himmalin skal hýsa, inntil tær tíðir táið alt verður endurreist, sum Gud hevur talað um við munni heilagra profeta Sína frá upphavi!”(Àps.: 3 : 19 - 21).