Verđinskirkjan og Økumeniska rørslan!

Føroyska bíbliufelagiđ skrivađi hetta á síni heimasíđu í ár 2014: ”Hans Jacob Joensen, fyrrverandi bispur, er í løtuni í ferð við at umseta bíbliuna av nýggjum. Mál hansara er at gera eina ”økumeniska umseting,”sum allir kristnir bólkar í Føroyum kunnu semjast um at brúka.” Hetta hugskot hava flest allar samkomur tikið ímóti. Vit kunnu m.a. eisini lesa hetta á heimasíđu bíbliufelagsins: ”Tann 19. nov. 2012 fekk Føroyska bíbliufelagið handað rættindini til Dahl/Viderø-Bíbliuna. Vit gleddust henda dagin fyri stóra áhugan í fólki okkara og innan føroysk kirkju- og samkomulívið fyri hesi søk - eisini frá brøðrunum. Eitt alment skriv frá Richardi Danielsen, sála, var góður lestur."                                                                    

Sannleikin um Dahl/Viderø-bíbliuna er, at hon hevur so nógvar týđingarfeilir í sær, at hon hoyrir heima í eini skrelluspann. Eitt er sikkurt og vist, at Dahl/Viderø-bíblian er á ongan hátt týdd úr frummálinum so sum heimasíđan hjá bíbliufelagnum upplýsir. Um m.a. hetta evniđ havi eg lagt eitt sjónband út á hesi heimasíđu í 3 pørtum. 

Henda grein er ætla til ”sonn trúgvandi” um at varđa seg fyri hesum fyribrigdinum ”verđinskirkjan og økumeniska rørslan.” Men ikki tí, tey sum enn ikki hava tikiđ viđ trúnni á Son Guds, Jesus Kristus, eru sjálvandi vælkomin til at gjøgnumganga tilfariđ. Hetta fyribrigdi er samstundis eitt av mongu endatíđarinnar teknum, iđ bíblian profeterar um og eitt greitt tekin um fráfall frá hinum livandi Guđi, skapara himins og jarđar!

 

Áđrenn fariđ verđur í gongd viđ sjálvum evninum, so skal upplýsast, at nýggja sokallađa ”økumeniska týđingin” hjá fyrrverandi bispi, er ein antikristilig týđing sum er tilætlađ komandi religiøsu Verđinskirkju, sum Gud skal leggja í oyđi viđ tíđarinnar enda tá Harrin kemur aftur, viđ endanum av 70. viku Dánjals. Hendan týđing eks-bisps er so forbrongla til, at hon liggur langt burturfrá tí sanna grundtekstinum og er hetta gjørt viđ fríum vilja. Ì hesi Verđinskirkju koma flest allar sektir og religiónir í heiminum at gerast ein partur av, tí tey ikki av hjarta tóku ímóti Jesusi Kristi, men bert av eiti. Vit lesa jú á heimasíđuni hjá Bíbliufelagnum, at allar samkomur á landi hava tikiđ ímóti tilbođnum, tey hava longu giviđ seg inn undir hetta verđinstak. Hetta er tađ heimsumfatandi fráfalliđ frá kristnu trúnni skriftirnar ávara um. Tann iđ hevur eygu at síggja viđ, hann lesiđ, og tann iđ hevur oyru at hoyra viđ, hann hoyriđ!

 

Tađ finst ein stórur tanki iđ leggur rygg til økumenisku rørsluna, - og tađ er einleiki teirra trúgvandi. Kristin einleiki er neyvt samanbundin viđ kristindómsins lyndi. Ì sínum margfeldi er Guđs samkoma hóast alt ein. Henda Guđs samkoma verđur í skriftunum kallađ fyri Kristi likam,” og sagt verđur, at sjálvt um likamiđ hevur nógvar limir (kropspartar, so sum armar, bein, oyru, eygu o.s.frv.), so er kortini bert eitt likam talan er um. (1. Kor.: 12 : 12 - 13).

Her verđur tosa um nakađ iđ er nógv meir og størri enn bert reinur menniskjaligur felagsskapur. Einleiki er nógv meir og størri enn semja. Kristin einleiki er einleiki í Kristusi og hevur sínar djúpastu røtur í Kristi sáttargerđ, tá Hann viđ Sínum krossdeyđa gjørdist bót fyri syndir várar, ja, fyri allar heimsins syndir (1. Jóh.: 2 : 2) og at Guđ á henda háttin gjørdi alt sátt viđ seg gjøgnum son Sín, Jesus Kristus. (Kol.: 1 : 20). Sjálvandi fáa hesi ting og sakir bert galdandi virđir fyri tey iđ velja at trúgva á Jesus Kristus, Syni Guđs, og av sonnum gerast sátt viđ Guđ. Ein má ongantíđ billa sær inn, at Guđ hevur gjørt seg sáttan viđ heimin, so sum mong royna at fáa tađ til, men tađ skal skiljast beint øvugt. ”Verđiđ sátt viđ Guđ!” Til tess krevst trúgv og umvending! (Róm. 3:28, 5:10,  Àps.: 26 : 20, 1. Tess. 1:9).

Innanhýsis einleiki hinna trúgvandi er sprottin út frá hesum samfelagi Kristusar. Tann, iđ trýr á Jesus Kristus, hevur fingiđ Guđ til Fađir og tískil føddur av Honum. Harviđ eru øll tey trúgvandi systkin, brøđur og systrar, og skriftirnar læra m.a. hetta: "Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds - teimum, ið trúgva á navn Hansara; tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi." ”Hvør tann, ið trýr, at Jesus er Kristus, er føddur av Gudi, og hvør tann, ið elskar Faðirin, elskar eisini tann, sum føddur er av Honum.” (Jóh. 1 : 12-13, 1. Jóh.: 5 : 1).

Samfelag teirra heløgu hevur sína rót í loyniligu sameining hins trúgvandi viđ Jesus Kristus og er ein frukt av tí lívi, iđ er fjalt viđ Kristusi í Guđi. (Kol.: 3 : 3). Jesus hevur sjálvur sagt, at einleiki teirra trúgvandi er av sama slagi sum tann guddómligi einleikin, iđ er til stađar millum Fađirin og Sonin. (Jóh.: 17 : 21).

Hetta avdúkar fyri okkum tađ, at tann kristni einleikin er ikki nakađ iđ skal skapast av okkum menniskjum, tí at kristin einleiki er av guddómligum og ævigum uppruna. Hetta er ein einleiki iđ strekkir seg langt út um hetta jarđarlíviđ og sum kemur at standa sína varandi roynd, eftir at øll jørđisk bond eru slitin sundur. Her er ikki talan um ein ytri einleika, ikki ein samskipađur felagsskapur ella ein áhugafelagsskapur, hvar tú kann ella má tekna teg sum lim. Ei heldur er talan um sínámillum menniskjalig semja og fatan. Nei, kristin einleiki er einleiki Heilaga Andans.

Men hesin Heilagi Andans einleiki má og skal varđveitast. (Efes.: 4 : 3).

Einleiki teirra trúgvandi má geva seg til kennar sum ein sjónligur og verkligur veruleiki hjá Jesu Kristi fylgdarfólki. Tađ er júst hetta, iđ Jesus sjálvur biđur um í Síni høvuđsprestaligu bøn. Her gongur tađ fram, at einleiki teirra trúgvandi má koma til sjóndar á ein slíkan hátt, at hesin heimur skal kunna leggja hetta til merkis og av teirri grund koma til trúgv á Jesus Kristus. ”Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir - at tit hava kærleika hvør til annan." (Jóh.: 13 : 35).

Tíverri restar so ómetaliga nógv í hjá kristindóminum á okkara døgum og megna at kunna vísa fram hendan Heilaga Andans einleika og kærleika, iđ Jesus prædikađi um. À okkara døgum er samkoma Guđs í stríđi viđ seg sjálva og er sundurtæga í óteljandi flokkadráttir, ættflokkar og loyniligar klubbar v.m.. Hvør bólkur gongur í sínum lagi og framber hvør sína egnu læru og undirvísing. Felags fyri teir allar er, at hesir klubbar og bólkar hava mist evnini til at fokusera uppá ”Kristusar læru!” (2. Jóh.: 1 : 9). Økumeniska rørslan vísir á hesa spjađing og sundurtæging sum kristindómsins stóra, álvarsama syndin á okkara døgum, og har hava tey so grein í sínum máli og duga sera væl at útnytta støđuna til at lokka tey kristnu inn undir verđinstak heimskirkjunnar. Sonn trúgvandi eiga tí ikki at sníkja sær undan hesi avbjóđing at tala guđsóttandi og guđfrøđiliga um einleikan í Kristusi. Tann einleikin iđ bert er at finna á tí teoretiska og teologiska støđinum, er í øllum førinum ikki tann einleikin, id Jesus bađ fyri og harviđ eisini álegđi Sínum lærisveinum at føra út í líviđ.  

Tađ álvarsama sum liggur í hesi sundurtæging og spjađing innan kristindómin er ikki fleirheildin og margfeldin sum so, men tađ er nógv meiri tann avbyrgingin og kuldin iđ ger seg galdandi millum kristin menniskjur og kristnar samkomur. Sertrúarhugsanin (sekterisman) og floksstovnan av ymiskum sløgum (blandingur av kristindómi og politikki) iđ framleiđir syndigar tilburđir innan kristnu rekkirnar, verđur ikki handfariđ í nóg stórum álvara viđ at steđga hesum tilburđum. Av tí sama verđur strembanin eftir einleikanum í Kristusi ei heldur tikin í álvara.  

Og tađ eru júst hesi iđ eiga hin kristna kærleikan til brøđur og systrar, iđ einamest uppliva hesar hendingar sum sera pínufullar í samkomu Kristusar. Hóast tílíkar sundurlimandi mannagongdir hava funniđ stađ í áravís og mong vóru vitandi um, at Heilagi Andans einleiki var møguligur at uppnáa, so má henda sundurlimingin av Kristi samkomu hava veriđ kend sum nærum ikki til at halda út.

Mong av teimum iđ fáast viđ hetta økumeniska arbeiđi, fremja hetta í eini góđari meining, men eru kortini blindađi onkursvegna soleiđis, at tey hvørki síggja ella skilja sannleikan, tvs. ”Kristusar læru!” Eftirsum at mong íhaldssinnađi ella afturhaldssinnađi evangelisk trúgvandi eru avvísandi vegna hesum sokallađa nýmótans, samtíđarligu økumenisku rørsluni, so eru fleiri orsøkir til hetta. Fyrst og fremst er orsøkin tann, at økumeniski framferđarhátturin innan virkisøki í Ráđi Heimskirkjunnar (Kirkernes Verdensråds regi) ikki er sambæriligur viđ tađ, iđ bíblian lærir um einleika kristindómsins.

Einleikin iđ bíblian tosar um, er einleiki Heilaga Andans. Einleikin iđ Ráđ Heimskirkjunnar leggur fyri dagin, er fyrst og fremst ein fyriskipanarligur (organisatoriskur) einleiki. Kristindómsins einleiki eftir skriftunum er einleiki í trúgv, men tann nýmótansliga, økumeniska heimsrørslan hevur onga tílíka felagstrúgv yvirhøvur (Róm.: 1 : 12). Einleiki eftir bíbilskari fatan, er samfelag teirra heiløgu. Nýmótans økumeniska rørslan fremur eina roynd í at skapa einleika millum lív og deyđa, at skapa einleika millum ljós og myrkur. Men her eru skriftirnar púra greiđar í sínum máli: ”Hvat samljóð er millum Kristus og Belial, og hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvandi!?” Her verđur klárt og greitt ávara ímóti at fremja ein falskan einleika, og tí eru bođini sólaklár: "Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum - sigur Harrin - og nemið einki óreint!” (2. Kor.: 6 : 14 - 18). Ì Jesu bøn vegna einleikan hjá teim trúgvandi verđur avdúkađ, at sonn trúgvandi eru ikki av hesum heimi og av teirri grund hatar heimurin tey trúgvandi tvs., tey, iđ trúgva á son Guđs, Jesus Kristus. (Jóh.: 17 : 14). Einleiki teirra trúgvandi er Guđs ætlan! Men ein einleiki millum tey trúgvandi og heimin, er djevulsins dagsskrá!

Verđinskirkjan er máliđ hjá tí økumenisku rørsluni, iđ náast skal. ”Ein kirkja fyri eina verđ!” Men hesin málsetningurin at royna at samla allan heimsins kristindóm í ein fyriskipanarligan einleika (organisatoriska eind), er eitt fullkomiliga ókent bíbilsk fyribrigdi og sera vandamikiđ. Hetta hevur als einki viđ ”Kristusar læru” at gera. Um nú ein slíkur kirkjuligur felagsskapur var ein ætlan Guđs fyri samkomu Sína, so er tađ sera løgiđ hví Hann so skal hava bíđa í umleiđ 2000 ár viđ at seta hetta í verk? Rætta tíđspunktiđ at sett eina tílíkan skipan í verk, mátti tá veri viđ stovnsetanini av samkomuni her á fold á hvítusunnudegi í forum.

Men tær fyrstu kristnu samkomurnar vóru innanhýsis fríar og sjálvstøđugar. Har finnast ongar ábendingar yvirhøvur í Nýggja Testamentinum um nakra organiserađa samanknýting av teimum upprunaligu samkomunum. Ei heldur fanst nakar yvirvaldsstovnur iđ valdađi yvir frumsamkomunum. Hetta má eisini sigast at vera merkisvert av teirri grund, tí at ápostlarnir tá vóru framvegis á lívi og tí at kristindómurin enn ikki hevđi útbreitt seg so nógv og so langt, at ein tá saktans kundi havt lagt samkomurnar undir eina felags leiđslu ella eitt ráđ sum t.d. tađ jødiska ”Sanhedrin!”

Kristinheimurin hevur ongantíđ hildiđ so væl saman og veriđ meiri samlađur og hartil havt ein djúpari einleika, enn á síni fyrstu tíđ viđ síni fríu samkomu og samkomuviđurskiftir. Ì Nýggja Testamentinum kunnu vit leggja til merkis, at samkomurnar í forum vóru samanknýttar vegna salvađar prædikumenn iđ reistu frá samkomu til samkomu og tæntu hesum viđ teim náđigávum, iđ Guđ gjøgnum son Sín, Jesus Kristus, hevđi salvađ hesar prædikumenn viđ, men sum sanniliga eisini arbeiddu viđ hondum sínum hvar enn teir komu.

Men tađ er fyrst eftir ápostlanna tíđarskeiđi, at kappingarstríđiđ (rivaliseringin) millum samkomuleiđararnar byrjađi, og leiđararnir í teimum størru samkomunum átóku sær myndugleikan sum biskupar yvir teim smærru samkomunum. Henda fyriskipandi (organiserandi) samlingin av samkomunum virkađi andaliga órøkt og afturgongd iđ samstundis bleiv ein partur av tí eftirfylgjandi og umfatandi, andaliga fráfallinum iđ til endans førdi til, at biskupurin í Róm útnevndi seg sjálvan til valdsharra og páva yvir kristinheimin.

Hesin framferđarháttur minnir nógv um tađ iđ hendi í Ìsrael viđ byrjanini til kongatíđina. Ætlan Guđs viđ fólki Sínum var, at Hann sjálvur skuldi verđa kongur ìsraels. Men tá fólkiđ setti fram krav um at fáa ein kong yvir sær á sama hátt sum heidningafólkasløgini rundan um tey høvdu, varđ hetta eitt avgerđandi stig burtur frá ætlan Guđs og vilja Sínum viđ fólkinum. Men eftir einum tíđarskeiđi yvir tvey ættarliđ kom klovningur í fólkaskaran, og Ìsrael gjørdist eitt sundur spjaldra fólk líka so leingi sum kongadømi stóđ viđ síni makt. (1. Sám. Kap. 8) À sama hátt hevur hetta hent viđ tann partin av kristna heiminum, iđ ikki hevur veriđ nøgdur viđ at hava Jesus Kristus sum høvur samkomunnar og ”einasta valdsharra og Kong yvir sær!” Tađ, iđ ein roknađi viđ skuldi samla kristinheimin, førdi til tađ mótsatta. Ferđ eftir ferđ gevur hetta seg til kennar: ”Fyriskipan (organisatión) savnar ikki, men spjaldrar sundur."

Royndin at savna allan kristinheimin undir eitt mannahøvur, gjørdist niđrandi, eyđmýkjandi og mannminkandi fyri Kristi samkomu sum broyttist til eina pávakirkju og ein skipandi stovn, iđ gjøgnum øldir hevur umbođađ sítt serstaka fráfall í hesum heimi. Eitt fráfall frá hinum livandi Guđi, skapara himins og jarđar. Tá nú nýmótans økumeniska rørslan aftur roynir at savna kristinheimin undir eina fyriskipađa (organisatoriska) yvirvaldsskipan, so er hetta bert ein endurtøka av villleiđingini í kristinheiminum. Tann fyrsta fráfallsgrøđin var pávakirkjan, men tann búnandi nútíđar fráfallsgrøđin verđur til eina antikristiliga verđinskirkju sum í opinberingsbókini verđur kalla fyri ”hin stóra skøkjan!” (Opinb.: 17 : 5 og 15).

Tann økumeniska rørslan, soleiđis sum hon upptrađkar í dag, er uttan iva byrjanin til hina síđstu verđinskirkjuna. Av tí sama er økumeniska rørslan á okkara døgum eitt klárt ”endatíđarinnar tekin!”

Uttan iva finst ein brennandi hugsjónarandi aftan fyri eina tílíka fyriskipan (organisatión) sum Heimsráđ Kirkjunnar.” Men ein má heldur ikki vera blindur yvir fyri tí, at í hesum býr eisini ein stór ærusjúka, ørilsi og tráan eftir hæddum.” Alt tađ, iđ er stórfingiđ og bergtakandi, hevur eina undarliga, lokkandi og tølandi megi á menniskjum, og hetta tól spælir eisini økumeniska rørslan uppá. Men henda velduga verđinskirkjan, iđ er máliđ sum skal náast hjá økumenisku rørsluni, er í roynd og veru nakađ heilt annađ enn hin vanvirda og jagstrađa blóđvitniskirkjan uttanfyri tilhaldiđ (Hebr.: 13:13), iđ tær fyrstu kristnu øldir kendu alt ov væl til.

Yvirhøvur eru mong ivingarsom ting iđ geva seg til kennar viđvíkjandi nýmótans økumenisku rørsluni, bæđi tá tađ snýr seg um samfelag og stev, og tá tađ snýr seg um stevnumiđiđ. Her verđur hugsa um bæđi lærusetningar og kirkjulig viđurskifti iđ koma inn í myndina. Hartil stendur økumeniska rørslan uttan iva í einum serstøkum profetiskum sjónarhorni sum eitt av mongu ávaringarteknum,  iđ frábođa Harrans afturkomu fyri teimum sonnu trúgvandi.

Tá tađ snýr seg um himpr vegna læruni, so fyrikemur henda margháttliga støđan, at Heimsráđ Kirkjunnar hevur sum grundarlag eina yvirlýsing, iđ eftir sínum bókstaviliga týdningi eftir øllum at døma er fult út nøktandi. Yvirlýsingin er soljóđandi: ”Heimsráđ Kirkjunnar er eitt samfelag av kirkjum iđ játtar/viđurkennir vár Harra Jesus Kristus sum Guđ og Frelsara í samsvar viđ Hina Heiløgu Skriftina, og tí saman at royna og fullføra sítt felags kall til Guđs, Fađirsins, Sonarins og Heilaga Andans æru.”

Um nú orđ hava sín vanliga týdning, so hava vit her eina trúarjáttan iđ eftir øllum at døma skuldi veriđ nøktandi fyri øll kristin menniskju. Tađ, iđ veruliga hendir her er, at modernisman hevur í stóran mun eydnast í at undirgrava kristinleikans stóru søguligu trúarjáttanir og gjørt hana til bert eina reina ímyndarliga (symbolska) framførslu av sannleikum, iđ verđur fata øđrvísi enn upprunaliga. Herviđ leggur Heimsráđ Kirkjunnar lunnar undir eina útlegging av trúarjáttanini iđ ger tađ møguligt hjá ”unitarismuni og modernismuni” at góđtaka hesa trúarjáttan og samstundis avnokta alt innihaldiđ. Støđan gerst tí tann, at modernistar iđ avnokta Kristus sum Guđ og unitaristar iđ avnokta Fađirin, Sonin og Heilaga Andan, á ongan hátt kenna seg útihýstan frá Heimsráđi Kirkjunnar, hóast grundarlag kirkjunnar heldur fast uppá bæđi guddómleika Kristusar og tríeindarlæruna. 

Alt hetta skal skiljast út ífrá tí serstaka økumeniska orđatilfarinum iđ er framleitt, fyri at teir konservativu bíbiltrúgvandi limirnir skulu verđa nøgdir, men eisini fyri at geva modernismuni frítt spælirúm. Økumenisku leiđararnir eru bangnir fyri, at ósemja um fatanina av bíbilskum sannleikum fer at smildra økumeniska felagsskapin sundur, og tí hevur økumeniska rørslan, fyri at koma sær undan eini møguligari spjađing av rørsluni, framleitt eitt orđatilfar og tikiđ í nýtslu ein tulkingarhátt, iđ gevur teim somu orđum fleiri ymiskar týdningar. Av tí sama er vandin stórur fyri kristnu samkomuna vegna hesi økumenisku dupulttaluni í teirri roynd og vón at uppnáa kristnan einleika á henda vandamikla háttin.

Henda áskođan til hesa læru er rótfest í vanliga liberalistiska sjónarmiđinum um, at Hitt Nýggja Testamentiđ várs Harra Jesu Krists, ikki hevur nakra læru í sær iđ kann skilgreinast (definerast). Hetta er sjálvsagt ikki satt. Roynt verđur at billa fólki inn, at hin kristna trúgvin ikki kann tilskilast í lærusetningum, tí at hin kristna trúgvin er nakađ gátuført iđ ikki kann greinast sundur og heldur ikki kann framstillast í eina røđ av tilskilađum læruformum um hvat er rætt og hvat er skeivt. À henda háttin ganga hesar kreftir ikki bara beint ímóti tí kristnu mannagongdini iđ varđ evna til í samkomuni/kirkjuni í fyrstu øldunum e.Kr. hvarí samkoman/kirkjan orđađi/setti saman sínar trúarjáttanir, men ein avnoktar harviđ eisini egnu frálæru Nýggja Testamentis sum sigur,  at sannleikin kann skilgreinast so klárt og týđiligt, at til ber uttan iva at avgera, um ein persónur er fallin frá trúnni ella ei, er trúgvandi ella ei. ”Tí, hvussu kann ein vita ella finna útav um nakar er fallin frá nøkrum, um ein ikki veit hvat ella hvørjum persónurin er fallin frá, um so er, at ting og sakir ikki kunnu greinast sundur og heldur ikki ber til at avgera hvat er rangt og rætt?” Grundsetningurin er tí, at tađ kann sjálvsagt neyvt ásetast og hartil greiđast frá skilliga.

Tí er tađ væl skiljandi, at tađ førir mangar trupulleikar viđ sær fyri ”bíbiltrúgvandi kristin” at fara upp í eina rørslu, hvar í tađ modernistiska yvirræđi er so kraftmikiđ, at alt tađ iđ ger kristindómin til kristindóm, meira ella minni klárt og greitt avnoktast!

Veruliga máliđ hjá økumenisku rørsluni er ikki at fáa samband í lag millum kirkjur og samkomur, ei heldur at skapa ein samveldisstruktur millum kirkjuligar felagsskapir. Máliđ er at skapa eina risakirkju iđ umfevnir øll trúar- og kirkjusamfeløg, írokna heidnar samkomur, tvs. ein samansmeltningur av jarni og pottaraleiri, trúgvandi og vantrúgvandi. Samanblandingur av jarni og leiri er ein legering iđ ikki heldur saman, og tí er tađ løgi, at hetta verđur roynt at gjøgnumføra kortini og bođar hetta okkum bert frá, at hesi menniskju eru ikki væl upplýst um ting og sakir og tískil merkt av fáfongd. Kortini duga hesi menniskju væl at forføra onnur. (Dánjal: 2 : 41 og 43).

Verđinskirkjan er endaliga máliđ iđ røkkast skal hjá økumenisku rørsluni, og hetta hava tilrættisleggjararnir gjøgnum tíđina klárt og greitt bođa frá. Av tí sama er hetta eisini ein langtíđarætlan iđ hevur stađiđ uppá leingi. Longu í 1910 var hesin málsetningurin klárt havdur á lofti á eini økumeniskari missiónsráđstevnu í Edinburgh. Her gekk ein inn fyri, at allar kirkjur í heiminum skuldu smeltast saman til eina verđinsumfatandi kirkju. Eftir fyrra heimsbardaga varđ innkalla til økumeniskt møti í Stockholm, og á innbjóđilsinum var teksturin greiđur: ”Vit biđja til og vóna, at hetta møti várt skal geva nýggja kraft til tær ymisku strembanir og fyri eini sameining av nýggjum.”

Máliđ hjá økumenisku leiđsluni á verđinsplani, er ikki bara ein samansjóđing av evangeliskum kristindómi og katolismuni. Ætlanin er eisini at samansmelta kristindómin viđ tær heidnu religiónirnar so sum ”hinduisma, buddhisma, muhammedisma og shintoisma, judaisma v.m..

Heimsráđ kirkjunnar varđ stovna í august 1948 í Amsterdam, Holland, og eru umleiđ 340 kirkjufelagsskapir limir harí viđ tilsamans umleiđ 400 mill. limum stavandi frá øllum verđins heimspørtum. Høvuđskontóriđ liggur í Grand-Saconnex, Schweiz. Heimsráđ kirkjunnar er ein altjóđa ”Guđleysur” økumeniskur felagsskapur.

Sannar evangeliskar rørslur standa í eini truplari støđu í hesum økumeniska tíđarskeiđinum vit liva mitt í. Roynt verđur av øllum alvi at slúsa allar evangeliskar missiónir ígjøgnum hetta verđinsráđ og samstundis smelta tær saman viđ verđinsráđ kirkjunnar. À henda hátt roynir hon eisini at fáa fult kontrol yvir teimum og enntá fáa tær evangelisku kreftirnar til at bođa bođskapin frá verđinsráđ kirkjunnar út í allan heimin, og sum nevnt, gongur hetta út uppá samanvevjing av øllum sløgum av religiónum írokna kristnar rørslur og hartil falsan av sonnum kristindómi. Tey kristnu sum ikki vilja góđtaka tađ forfalskađu missiónsskránna hjá verđinskirkjuni, tí økumenisku rørsluni, koma at møta fleiri og fleiri trupulleikum úti á missiónsmarkini.

Annars kann upplýsast út frá skriftunum, at á teimum síđstu døgum stutt upp undir Harrans afturkomu, skal eitt stórt fráfall verđa frá tí sonnu kristnu trúnni. Hetta fráfall gevur seg ikki til kennar á slíkan hátt, at fráfallin kristin gevast viđ at játta sína kristnu trúgv. Tvørturímóti vil tann fráfalni kristindómurin uppbyggja eina stóra religiøsa-politiska skipan og sum í Jóhannusar opinbering verđur kallađ fyri ”Hin stóra skøkjan!” (Kap.: 17 og 18). Orsøkin til at hon ber heitiđ ”hin stóra skøkjan” er, at hon ímyndar (symboliserar) eina samkomu sum hevur veriđ ótrúgv ímóti Guđi og hevur sameint seg viđ ”Fíggindar Guđs!” Føroyska og danska bíbliufelagiđ eru limir í hesum ”skøkjulevnađinum!” Av tí at generalstaburin er samansettur soleiđis í føroyska bíbliufelagnum sum hann er, so vita vit viđ vissu hvørji tey eru í Føroyum sum hoyra til hesa stóru skøkju:

  • Bergur D. Joensen, formaður í stýrinum, sóknarprestur, fólkakirkjan
  • Dánial á Dul Jacobsen, næstformaður í stýrinum, hvítusunnusamkomurnar
  • Jógvan Fríðriksson, forseti í stýrinum, biskupur, fólkakirkjan
  • Uni Næs, stýrislimur, dómpróstur, fólkakirkjan
  • Pauli Høj, stýrislimur, pastorur í Kelduni, karismatisku kirkjurnar
  • Ole Jakob Nielsen, stýrislimur, listamaður, Katólska kirkjan
  • Jenny Lydersen, stýrislimur, undirvísingarleiðari á Mentamálaráðnum, fólkakirkjan
  • Øssur Kjølbro, stýrislimur, prestur. Aðalskrivari, Kirkjuliga Heimamissiónin
  • Atli Rasmussen, stýrislimur, Kirkjuliga Missiónsfelagið, Risk & Compliance leiðari í   
    Norðoya Sparikassa
  • Tummas Lauritsen, stýrislimur (valdur á limafundi 2018), faklærari í Tekniska skúla
  • Hallgerð Akurstein, stýrislimur (vald á limafundi 2018), samkomuleiðari í Soli deo Gloria

Harviđ kann stađfestast, at hetta er longu hent fyri eygum okkara, at fylgjandi samkomur eru fráfalnar samkomur iđ hava selt sál sína til eina stóra skøkju, og longu nú í Føroyum eru savnađar saman í eina losju iđ ikki er gróđursett á hinum sanna Víntræi, sum jú er Jesus Kristus, Sonur Guđs:

Hesi eru ”Fólkakirkjan, Hvítusunnusamkomurnar, Keldan og tilhoyrandi karismatisku rørslur, Katólska kirkjan, Kirkjuliga heimamissiónin, Kirkjuliga missiónsfelagiđ, Soli Deo Gloria og Brøđrasamkoman”(sambært heimasíđu bíbliufelagsins - sí byrjanin av innslagnum). Øll hesi nevndu liva mitt í lygnini, sum Guđ hevur villleitt tey í. Ja, tú las rætt, at Guđ hevur villleitt hesi til lygnina og ikki satan, ella rættari sagt, at Guđ sendir eina sterka villleiđing sum er viđvirkandi til, at tey sum ikki tóku viđ kærleika til Sannleikan, koma at hoppa uppá allar lygnir satans ístađin fyri. Og hví hevur onkur kanska hug at spyrja? Býttur spurningur, tíat tađ stendur jú frágreitt og ávara um í teirri bíbliu tey lesa úr, tá tey hava TEIRRA møtir. Munur er jú á tá menniskjur halda møtir og so tá Heilagi Andin bjóđar til møtir. Skriva stendur jú: ”Koma hansara (hins lógleysa) verður eftir sterku virkan satans, við øllum mátti lyginnar og teknum og undrum og við øllum svikum órættvísinnar fyri tey, sum fortapast, aftur fyri at tey tóku ikki við kærleika til sannleikan, so tey kundu verða frelst. Tí sendir Gud teimum sterka villing, so tey trúgva lygnini - fyri at tey skulu verða dømd, øll, sum ikki hava trúð sannleikanum, men havt tokka til órættvísina.” (2. Tess.: 2 : 9 - 12, -- vinarliga lesi frá vers 1 - 12).

 

Her skal tó sigast, at hetta ikki skal skiljast sum ein persónsforylgjan, men at ein upplýsing má til eftirsum, at áđurnevndu persónar á listanum í generalstabinum í Føroyska Bíbliufelagnum, umbođa hvør sín fólkahóp í áđurnevndu samkomum, kirkjum o.s.frv. (onkur av nøvnunum kunnu vera útskift men sum kortini umbođa somu samkomukreftir), og sum leiđarar í slíkum samkomum og kirkjum, eru hesir gott og væl á veg til at villleiđa hesar samkomulimir í eitt ævigt fortapilsi, æviga glatan. Um onkur skuldi veriđ so fávitskutur og heldur, at tílíkt ikki kann lata seg gera, so kann eg vísa til eina norska bíbliu Norsk Bibel 88 har skriva stendur í henni: Men det stod også fram falske profeter i folket.” >Slik skal det også blant dere komme falske lærere, slike som lurer inn vranglære som fører til fortapelse. De fornekter den Herre som kjøpte dem, og fører over sig selv en brå fortapelse!<” (2. Pæt.: 2 : 1). -  Tí er tađ neyđugt at einstaki samkomulimurin tekur sakina í egnar hendur av teirri orsøk, at tađ er sálin hjá tí einstaka sum er í vanda, um nú vanligi møtigangarin velur at líta á hesar svikaprofetarnar í losju- og frímúrara-klubbanum Føroyska Bíbliufelagiđ!” Og sum eisini eru leiđarar í ymisku samkomunum og kirkjunum runt um í Føroyum, og sum reklamera fyri tveimum følskum bíblium. Tit mugu vakna og rannsaka skriftirnar sjálvi júst av teirri orsøk, fyri at eingin skal kunna villleiđa tykkum viđvíkjandi frelsu sálanna!” (1. Pæt. 1:9)

 

Og tann allar sterkasta villleiđingin og lygnin iđ rakti Føroya land, var lygilæran Einaferđ frelstur, altíđ frelstur!” Ein lygilæra sum Billy Graham eisini lærdi, og hann var pávans hondlangari, jesuittur og uppnáddi hægstu grad innan frímúrarordningin sum er 33. gradin.

Men bíblian hevur eisini mótgiftina til tey sannhjartađu vegna hetta álvarsama fráfalliđ. Skriva stendur jú: ”Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur! Hvat samljóð er millum Kristus og Belial, og hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvandi! Hvussu kann tempul Guds sameinast við avgudar! - Vit eru jú tempul hins livandi Guds - sum Gud hevur sagt: "Eg skal búgva hjá teimum og ganga millum teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt." "Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum - sigur Harrin - og nemið einki óreint! Tá skal Eg taka ímóti tykkum"; "og Eg skal vera tykkum Faðir, og tit skulu vera Mær synir og døtur - sigur Harrin hin Alvaldi." (2. Kor.: 6 : 14 - 18).

Altso rætta loysnin er ”Fariđ út frá teimum, og skiljið tykkum frá teimum!” Tit møti- og kirkjugangarar! Sama ávaring er at finna í Jóhannusar Opinbering um at sleppa sær burtur frá hini stóru skøkju har skriva stendur: ”Eg hoyrdi aðra rødd úr Himli; hon segði: "Farið út frá henni, fólk mítt, so tit hava ikki lut í syndum hennara og verða rakt av plágum hennara! Tí syndir hennara røkka líka upp til Himmals, og Gud hevur minst órættvísi hennara.” (Opinb.: 18 : 4 - 5).

Ein má bert undrast og spyrja hesar kreftir: Hvat er tađ fyri ein bíblia fólk hava um hendur og hvønn veg venda fólk henni tá tey lesa í henni?”

Men hendan fráfalna religiøsa-politiska skipanin iđ her verđur nevnd ”hin stóra skøkjan” arbeiđir á slíkan hátt, at hon upptekur allar almannakunngjørdar (officiellar) formar av trúarbólkum og religiøsum skipanum í sítt fang! Tann, iđ hevur eygu, dugir væl at síggja, at hetta longu hevur hent beint fyri nøsini á okkum!

Av tí at hetta evniđ fyllir so nógv, fari eg at runda hetta av hóast nógv, nógv meiri er at greiđa frá um hetta evniđ. Tekiniđ fyri, at verđinskirkjan gerst sjónligur veruleiki fyri øll menniskjur á fold er hetta, at tađ fer fram ein full samansjóðing millum tí rómversk-katólsku kirkjuna og tí økumenisku rørsluna, og tá verđur verđinskirkjan ein veruleiki og sum eisini fer at forfylgja tey sonnu kristnu her á fold. Veruligi málsetningurin hjá økumenisku rørsluni er ikki at skapa kontakt millum teir ymisku trúarbólkarnar, ei heldur at skipa eina samgongu millum samkomur og kirkjur. Endamáliđ er at skapa eina risastóra kirkju iđ upptekur í seg øll kirkjusamfeløg á fold. Eingin ivi skal tí vera í øllum hesum, at endamáliđ hjá økumenisku rørsluni er ein risastór verđinskirkja, tvs., ein risastór ”Guđleys og Guđhatandi samkoma!” Hon hatar alt tađ, iđ Jesus Kristus stendur fyri!

Tískil eru allar hesar kreftir innan økumenisku rørsluna fíggindar av ”Hinum Livandi Guđi og fíggindar kross Kristusar.” Hesi halda møtir og prædika, men eru mótstøđufólk ”Kristusar.” Og Guđ sjálvur stendur spyrjandi yvir fyri hesum løgna fyribrigdi: ”Kongar jarðarinnar reisast, og høvdingar leggja saman ráð móti HARRANUM og móti salvaða Hansara!” (Sálm.: 2 : 2). -- Vinarliga lesiđ Sálm.: 2 : 1 - 12.

Verđinskirkjuøkumenikkurin er ein korruptión av sonnum kristnum einleika og umbođar eina tøkniliga framsíđu (facadu) av einum felagsskapi, ein stovnsettan einleika iđ er munandi ymiskur frá tí sanna einleika Heilaga Andans. Harviđ er hesin økumeniski einleikin ein falskur einleiki. Hendan hugbirtingin um eina sokallađa kristna verđinsorganisatión, er bæđi óbíbilsk og vandamikil. Men tá iđ vit nú síggja, at hin kristni einleikahugburđurin bæđi verđur misskiltur og misbrúktur, so átti hetta at tendra okkara eldhuga at stremba eftir at sýna fram ein ektađan, sannan andaligan og verkligan kristnan einleika. Og tađ var júst hetta sum Jesus Kristus bađ til Sín Fađir um hesum viđvíkjandi har skriva stendur: ”Eg biði ikki bert fyri hesum (Jesu fyrstu lærisveinum), men eisini fyri teimum, sum við orðum teirra koma til trúgv á Meg - at tey øll skulu verða eitt, sum Tú, Faðir, ert í Mær, og Eg eri í Tær - at eisini tey skulu vera eitt í Okkum, fyri at heimurin skal trúgva, at Tú hevur sent Meg.” (Jóh.: 17 : 20 - 21).

Ja, hetta er tann einleiki Andans sum trúgvandi skulu stremba eftir og sum er grundađur á orđ Guđs, men ikki á teirri orđsins grund iđ snild menniskjur misnýta fyri at draga fólk til sín burtur frá Guđi og Hansara Sannleikans Anda.

Ja, hetta er Guđs ætlan viđ teimum sonnu trúgvandi og harviđ eisini fyri samkomu Guđs eins og skriva stendur um m.a. í Jóh.: 17 : 20 - 21. Enn víđari gav Jesus Kristus somu áminning til ápostulin hjá sær, Paulus, har tađ er greina enn betur út hvat endamáliđ er viđ frelsu Guđs: ”inntil vit øll vinna fram til at vera eitt í trúnni á Son Guds og kunnskapinum um Hann, til at vera fullvaksnir menn, til vakstarmark (aldursmál) fyllingar Krists. So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar. Nei, sannleikanum trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus. Tí út frá Honum verður alt likamið samanbundið og samanknýtt við hvørjum bandi, ið Hann gevur, og soleiðis veksur tað vøkst sín sum likam til uppbygging í kærleika, alt eftir teirri virkan, ið tilmáld er hvørjum parti fyri seg.” (Efes.: 4 : 13 - 16).

Men økumeniska rørslan viđ áđurnevndu kreftum á odda, verđur ikki samanbundin eftir bíbilskari uppskrift so sum hetta: ”Tí út frá Honum (Jesusi Kristi) verður alt likamið samanbundið og samanknýtt við hvørjum bandi, ið Hann gevur!” Nei kæru lesarar, økumeniska rørslan brúkar eitt heilt annađ slag av lími til at stykkja sítt likam saman viđ, og hvat er tađ fyri eitt lím vil kanska onkur hava at vita? Jú, Jesus hevur longu sagt tađ í orđum Sínum: ”So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar.

Økumeniska rørslan írokna Føroyska Bíbliufelgiđ, er ein villleiđandi og lúgvandi mannahópur iđ hevur til endamáls at draga menniskjur til sín og burtur frá Guđi viđ tí endamáli, at tjena pengar uppá óvitandi og óupplýst menniskjur í samkomunum. Skriva stendur jú: ”Í havisjúku skulu teir - við orðum, sum teir einki meina við - nýta tykkum til at fáa sær vinning. Men dómurin yvir teir stendur frá gamlari tíð ikki stillur, og undirgangur teirra svevur ikki.” (2. Pæt.: 2 : 3) - Vinarliga lesiđ 2. Pæt.: 2 : 1 - 3. Tvs., at skriftirnar lýsa tílika framferđ sum ”skammiligur atburđur.” Og eg kann ikki verđa meiri einigur herí og bert siga AMEN til sanna vitnisburđin.

Seinasta skammiliga og Guđsavnoktandi verkiđ, iđ latiđ var av hondum bíbliufelagsins, er nazistabíblian ”Nýggi Sáttmálin!” Sí sjónbandađu frágreiđingina ađrastađni á hesi heimasíđu undir heitinum ”Tá dygdin versnar” og sum liggur undir ”Video-innsløg,” og hvarí eisini týđingin hjá Dahl/Viderø-bíbliuni verđur partvíst umrødd innan eitt serstakt evni.

Vælsignađi tit vanligu kirkju- og møtigangarar: ”Haldi tykkum langt burtur frá hesum fólkaslagi og rannsaki skriftirnar sjálvi heima hjá tykkum sjálvum. Heimiđ er verđins besta samkomuhús hvarí Jesus Kristus er Harri ella átti at veriđ tađ.”

 

Skriftstøđ viđ tilknýti til bíbilska viđgerđarevniđ: 

Og Paulus varđ jú kallađur av sjálvum Jesusi Kristi til at kunngera Sín frelsandi bođskap til m.a. heidningarnar, sum jú eru tú og eg tvs., øll sum ikki eru umskorin í holdinum. Jesus sendi jú Paulus "fyri at lata upp eygu teirra (heidninganna), so tey skuldu venda sær frá myrkri til ljós og frá valdi Satans til Gud, fyri at tey kunnu fáa fyrigeving syndanna og lut millum teirra, ið halgað eru við trúnni á Jesus Kristus, Guds Son." (ÁpG. 26 : 8-18)

 

Sæđ í tí ljósinum vegna Jesu Kristi opinbering til Jóhannus á oynni Patmos, hvar Heilagi Andin vitnar um hesa stóru skøkju í Opinb. Kap. 17 og 18, sum er ein følsk samkoma/kirkja og sum tíverri hevur fingiđ fangađ flest øll fólkasløg í sítt garn viđ síni falslæru sum skriva stendur: ”Tí av vreiðivíni horulevnaðs hennara hava øll fólkasløg drukkið, og kongar jarðarinnar hava drivið hor við henni, og keypmenn jarðarinnar eru vorðnir ríkir av fylling ólevnaðs hennara."!” (Jóh. Opinb. 18:3).

Og tađ er í slíkum anda fylgjandi skriftstøđ úr 1. Korintmanna kap. 6 skal skiljast hvat tađ er, sum Heilagi Andin roynir at læra okkum. Her talast ikki um kjøtligan horskap, men um andaligan ótrúskap og andaligan horđskap ella sum Jeremias lýsir hetta: ”Men sum kvinna er vini sínum ótrúgv, hava tit verið Mær ótrúgv, hús Ísraels! - sigur HARRIN.” (Jer. 3:20).

 

 Vita tit ikki, at likam tykkara eru limir Kristusar? Skal eg tá taka limir Kristusar og gera teir til skøkjulimir! Minni enn so! Vita tit ikki, at tann, ið heldur seg til skøkjuna, er eitt likam við henni? Hann sigur jú: "Tey bæði skulu vera eitt hold." Men tann, ið heldur seg til Harran, er ein andi við Honum." (1. kor. 6 : 15-17).

Tađ er júst á hendan andaliga háttin, at hetta drúgva innlegg skal skiljast. Kristi samkoma, brúđur Kristusar á okkara døgum, er tíverri vorđin fangađ í alt ov stóran mun í sínum fráfallandi ótrúskapi og horulevnađi, og tískil gjørt seg seka í ótrúskapi ímóti Harranum Jesusi Kristi.

Tí er tađ at vit hoyra Harrans rødd rópa á sína fráfalnu brúđur: "Farið út frá henni, fólk mítt, so tit hava ikki lut í syndum hennara og verða rakt av plágum hennara!” (Jóh. 18:4).

Tíverri eru flest allar kirkjur og samkomur í dag í teirri syndarligu støđu, at tær eru nokk so einigar í at halda seg til hesa viđurstyggiligu skøkju sum er ein følsk samkoma/kirkja, hvørs lærdómar tykjast at vera kristiligar, men eru tađ als ikki kortini. Talan er als ikki um "Kristi Læru" yvirhøvur