Brúđur Ìsakar!

Eitt stutt yvirlit yvir 1. Mós. 24 : 1-67.

Hetta kapitliđ er fyrimyndarliga profetiskt.

1. Àbraham er fyrimyndin uppá Kongin iđ vildi fyrireika brúdleypiđ hjá syni Sínum (Matt. 22:2).

2. Tænarin er ein fyrimynd uppá Heilaga Andan, iđ ikki talar sína egnu søk ella talar av sær sjálvum, men tekur av tí iđ kemur frá brúđgóminum og vinnur brúđrina (Jóh. 16 : 13-16).

3. Tænarin er ein fyrimynd uppá Heilaga Andan, iđ riggar brúđrina til viđ gávum frá brúđgóminum (Gal. 5:22, 1. Kor. 12: 7-11).

4. Tænarin er ein fyrimynd uppá Heilaga Andan, iđ leiđir brúđrina fram til at møta brúđgóminum (Jóh. 16 : 5-[14]-15, Róm. 8:11).

5. Rebekka er fyrimyndin uppá Samkomuna, teirra, sum eru kallađi út til at verđa leidd fram sum ein rein moyggj (jomfrú) fyri Kristusi (1. Mós. 24:16, 2. Kor. 11:2, Ef. 5 : 25-32).

6. Ìsak er fyrimyndin uppá brúđgómin sum brúđurin ikki enn hevur sæđ, men sum hon elskar einans út frá tænarans (Heilaga Andans) vitnisburđi (1. Pæt. 1:8).

7. Ìsak er fyrimyndin uppá brúđgómin iđ fer út at møta og taka ímóti brúđur Síni (1. Mós. 24:65, 1. Tess. 4 : 14-18).

Eitt sindur um kristna hjúnabandiđ viđ útgangsstøđi úr1. Mós. 24:3.”

So skal eg lata teg svørja um HARRAN, Gud yvir himli og jørð, at tú skalt ikki lata son mín taka sær konu av døtrum Kána’anita, sum eg búgvi ímillum!” [Samanber viđ ”1. Mós. 27:46 og 1 Mós. 28:1”].

Bođiđ um, at kristin einans mugu taka kristin til ekta, gongur sum ein reyđur tráđur gjøgnum allar skriftirnar. Nøkur dømir úr Gamla Testamentinum: ”5. Mós. 7 : 1-6, 1. Kong. 11:4, [Esra 9, samanber viđ 1. Mós. 26 : 34-35], Dóm. 3 : 1-8”.

Nýggja testamentiđ: ”1. Kor. 7:39, 2. Kor. 6 : 14-18". Tó ger Paulus eitt undantak sum er soljóđandi:

Hinum giftu gevi eg tað boð - tó ikki eg, men Harrin - at kona má ikki skiljast frá manni sínum -  og skilir hon seg frá honum, skal hon verða verandi ógift ella koma til sættis við mannin - og at maður má ikki skiljast frá konu síni.” (1. Kor. 7 : 10-11).

Við HINI sigi eg - ikki Harrin -: Hevur ein bróðir vantrúgvandi konu - og hon vil búgva saman við honum - so skilji hann seg ikki frá henni! Og hevur ein kona vantrúgvandi mann - og hann vil búgva saman við henni - so skilji hon seg ikki frá manni sínum! Tí hin vantrúgvandi maðurin er halgaður við konuni, og hin vantrúgvandi konan er halgað við manninum; annars vóru jú børn tykkara órein, men nú eru tey heiløg. Men skilir hin vantrúgvandi seg, so skilji hann seg! Bróðirin ella systirin eru ikki trælbundin í slíkum - men Gud hevur kallað okkum til frið. Tí hvat veitst tú, kona, um tú kanst frelsa mann tín! Og hvat veitst tú, maður, um tú kanst frelsa konu tína!” (1. Kor. 7 : 12-16).

Ein viđmerking til orđinginaHINI”:

Orsøkin til at støđur taka seg upp hvarí annar parturin er trúgvandi og hin ikki, er gjarna tann, at t.d. eitt vantrúgvandi hjúnarlag iđ hava livađ saman sum gift í eina ávísa tíđ, men so brádliga ein dag kemur annar parturin til trúgv á Jesus Kristus, Guds Son. Tá kann tann støđan koma í, at hin parturin ikki vil taka viđ trúnni og tí velur at upploysa hjúnabandiđ og fara sín veg og helst giftir seg uppaftur. Her sigur Paulus so, at vil tann vantrúgvandi verđa verandi kortini í hjúnabandinum, so er tađ í lagi og einki galiđ viđ tí, tí Paulus meinar, at um tann vantrúgvandi verđur verandi í hjúnalagnum, so verđur viđkomandi halgađur av tí trúgvandi partinum.

Hinvegin, um hin vantrúgvandi velur at lata seg skilja orsaka av trúgv og umvending hjá mótpartinum, so er hin trúgvandi parturin ikki trælbundin longur í hesum hjúnarbandi. Hin trúgvandi kann tá (ikki skal) gifta seg uppaftur, men tá skal tađ verđa sum skriftin lærir: ”bert tað verður gjørt í Harranum.” (1. Kor. 7:39) Hetta merkir, at tá er skriftarinnar meginreglan galdandi, at trúgvandi mugu ikki taka vantrúgvandi til ekta ella sum skriftirnar lýsa hesi viđurskiftir í ”2, Kor. 6 : 14-18”. - ”Hvat samfelag hevur trúgvandi viđ vantrúgvandi?” (Sí eisini Dán. 2:43). Samanblandingin heldur ikki!

Sagt verđur jú eisini, at um so er, at børn eru í hesum upploysandi hjúnarbandi hvar bert annar parturin er trúgvandi, so verđa tey kortini halgađi viđ og av tí trúgvandi partinum (1. Kor. 7:14). Tá eru hesi børn at rokna fyri heiløg!

Trúgvandi kunnu ikki lata seg skilja og gifta seg uppaftur, síRóm. 7 : 1-3”.

Ì Honum (Jesusi Kristi) eru allir skattir vísdómsins og kunnskaparins ”at finna - fjaldir””. (Kol. 2:3) ~ ”I Ham (Jesus kristus) er alle visdommens og kunnskapens skatterskjult til stede!”” (Norsk Bibel 88). Tađ er av stórum týdningi at skilja hetta skriftstađiđ rætt, tvs., at vísdómsins og kunnskaparins skattir eru at finna í fjaldum líki í Jesusi kristi. Hví Gud hevur virkađ hetta soleiđis, avdúka skriftirnar sjálvar fyri okkum í eftirfylgjandi versi: ”Hetta sigi eg, fyri at eingin skal dára tykkum við lokkandi talu.” (Kol. 2:4). Meiningin viđ tí heila er jú tann, at um vit sjálvi rannsaka skriftirnar og grava hesar perlur og skattir fram, so ber ikki til hjá nøkrum øđrum at koma og dára ella villleiđa okkum viđ einum øđrum lærdómi iđ ikki kemur frá Jesusi kristi, tí vit hava sjálvi veriđ í skriftunum og kanna máliđ. Fólk, iđ ikki sjálvi rannsaka skriftirnar, kunnu lættliga dárast og villleiđast.

Guds veruligu frelsandi vísdómar og kunnleikar liggja krógvađir í skriftunum og mugu gravast fram. Tađ skal eitt rannsakandi arbeiđi til í álvara fyri at finna hesi frelsandi viđurskiftir í Guds heiløgu skriftum. (Matt. 13 : 44-46).

 

Samkoman, Kristi Brúđur, iđ Gud, skapari himins og jarđar, vann sær viđ Sínum egna blóđi!” (Àps. 20:28).

 

Nei, vit tala vísdóm Guds, hin loynda, sum duldur var - sum skrivað er - "tað, sum einki eyga hevur sæð, og einki oyra hoyrt, og sum ikki er komið upp í hjarta nakars menniskja - tað, sum Gud hevur gjørt teimum til reiðar, sum elska Hann." (1. Kor. 2 : 7-9).

 

Elskar tú Brúđgómin? (Jóh. 14:15).

I'll stand by you